Mugu tekna til liðkapping

Talvfeløgini verða nú biðin um at tekna lið til liðkappingina 2008/2009. Tey feløgini, sum hava lið í fremstu deildunum, eru hesi: 1. deild: Vestmanna 1, Sandavágur 1, Klaksvík 1, Klaksvík 2, Havnin 1 og Havnin 2 (komið upp úr 2. deild). 2. deild: Toftir, Sandavágur 2, Klaksvík 3, Kollafjørður, Vestmanna 2 (komið niður úr 1. deild) og Rókur (komið upp úr 3.deild). Harumframt verða feløgini biðin um at tekna lið til kappingina í 3. deild og í unglingadeildini. Tilmeldinginarfreistin er mikudagin 17. september. Umráðandi er eisini at feløgini senda inn styrkilistar sínar. Hesir verða atkomuligir á heimasíðu Talvsambandsins.