Tað er ov ógreitt og tilvildarliga ásett, hvat sjúkrahúsverkið í Føroyum skal taka sær av, og tað er við til at fløkja kjakið um heilsuverkið.
Tað heldur Heri Ellingsgaard, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
- Myndugleikarnir eiga at áseta neyvt, hvørjar viðgerðir skulu vera í Føroyum, hvørjar viðgerðir vit fáa í útlandinum, og í hvørjum førum vit fáa hjálp uttanífrá til viðgerðir í Føroyum. At hetta ikki langt síðani er ásett, hevur havt við sær óendaliga kjakið um, hvat føroyska sjúkrahúsverkið skal taka sær av, og hvat tey trý sjúkrahúsini skulu gera, sigur Heri Ellingsgaard í samrøðu við Sosialin í dag.
- Politiski og fakligi myndugleikin eigur at fáa staðfest, hvørjar viðgerðir vit hava í Føroyum, og hvussu vit so fáa útnytta kapasitetin á teimum trimum sjúkrahúsunum best og samstarva um uppgávurnar. Sjúkrahúsverkið skal heilt einfalt skipast og samskipast betur, sigur hann.
Longri samrøða við Hera Ellingsgaard kann lesast í Sosialinum í dag.