Mugu taka avleiðingina beinanvegin!

Ovurstóra trýstið á kommunala búskapinum í hesum tíðum setur ferð á skuldarbindingina av kommununi, men vit taka ikki avleiðingina her og nú við at hækka skattin

Kritian Eli Zachariassen og Rani Nolsøe, býráðslimir

Kommunali búskapurin er hitnaður munandi seinasti árini. Hetta sæst aftur á fíggjarætlanini fyri 2007, sum triðja árið á rað javnvigar við einum stórum undirskoti.
Frá at hava fingið kommunalu brutto skuldina niður á góðar 72 mió. kr. í 2004 kunnu vit, við samtyktu fíggjarætlanini fyri 2007 ganga út frá, at skuldin við ársenda 2007 verður slakar 150 mió. kr. Tá eru møguligar eykajáttanir í 2007 ikki tiknar við.
Í løtuni er skuldin góðar 92 mió. kr., harav 60 mió. kr. eru 15 ár og eldri.
Samstundis mugu vit ásanna, at vit ikki hava nakað serligt yvirlit yvir, hvussu støðan fer at verða í 2008 og frameftir, tá stóru kommunalu íløgurnar skulu gerast í eitt nú miðbýin og skúlarnar, og sum lovað í eldraøki, frá 2008 av at rokna.
Í fíggjarætlanini fyri 2007 eru heldur eingir avdráttir at síggja. Nær skulu vit so byrja at gjalda skuldina aftur, tá vit ikki gera tað í so góðum tíðum, sum vit hava í løtuni?
Tá vit ynskja eina so búskaparliga aktiva kommunu, sum eisini fíggjarætlanin fyri 2007 ber boð um, so áttu vit at tikið avleiðingina av tí beinanvegin og økt skattin nú, so vit ikki skjóta alla afturgjaldingina út í framtíðina, tá tað gerst munandi dýrari at fáa bilbugt við skuldina.
Tí mæltu undirritaðu á almenna býráðsfundinum týskvøldið til at hækka skatta prosentið við í fyrstu atløgu einum, og í aðru atløgu hálvum skattaprosenti, so vit í nóg góðari tíð kunnu taka neyðugu fyrilitini at fáa kølt búskapin niður aftur.
Men ein meiriluti í býráðnum vil tað ørvísi.
Tað kann vera lætt at ekspandera búskapin og at økja skuldina, og tað kann eisini vera neyðugt í einum avmarkaðum tíðarskeiði at gera tað. Men vit eiga sanniliga eisini at taka avleiðingarnar og tryggja okkum, at vit halda fíggingina á einum forsvarligum støði, og tað gera vit einans við at hava eitt rímiligt lutfall millum tað vit samtykkja, og tað vit krevja inn í skatti.
Tað vísir seg løgið nokk at verða í góðum tíðum, at tørvurin á neyvari fíggjarstýring er størstur.