Mugu taka av møguleikunum

Brian Kerr harmaðist, at føroysku spælararnir ikki tóku av sínum møguleikum. Men hann staðfesti samstundis, at júst evnið til hetta er munurin millum tey sterkastu og restina

Fótbóltur

 

Tað er sjáldan, at tap á einum fótbóltsvølli smakka serliga væl. Og tað gjørdi tað heldur ikki hjá Brian Kerr, tá hann hitti fjølmiðlarnar eftir sín fyrsta landsdyst.

- Mær dámar ikki at tapa, og seinnu árini havi eg ikki vant lið, sum hava tapt serliga nógvar dystir.

- Men eg eri fegin um sjálvt avrikið. Í altjóða fótbólti mást tú taka møguleikarnar, tá teir koma, og vit høvdu fleiri møguleikar. Enntá opnar møguleikar, sum áttu at givið mál. Men avrikið var gott, og mær dámdi væl mátan, sum okkara menn spældu uppá.

Tað sá út til, at tit royndu at vinna bóltin høgt uppi á vøllinum, soleiðis at tit skjótast gjørligt kundu spæla í holini aftan fyri bakkarnar hjá teimum?

- Tað var eisini partur av upplegginum. Tað er nú eina ferð soleiðis í fótbólti, at tú hevur bestu møguleikarnar at skapa nakað, um tú vinnur bóltin høgt uppi á vøllinum. Snøgt sagt tí tú tá hevur stytri veg til málið. Og eg segði við spælararnar, at vit skuldu royna at fara niðan eftir teimum, og at vit støðugt skuldu leypa á við 4-5 spælarum. Og tann parturin haldi eg riggaði væl. Samstundis er vandin tó, at tú kanst flyta liðið ov langt niðan, og tí máttu vit alla tíðina ansa eftir.

- Men vit spældu ikki alla tíðina líka skjótt. Tað ráddi eisini um hjá okkum at halda bóltin í egnari røð, og í løtum var eg væl nøgdur við pasnings-spælið hjá okkum. So tú kanst siga, at vit royndu at spæla skjótt og neyvt.

 

Spælararnir eru betur fyri

Í samrøðu við Sosialin fyri nøkrum vikum síðani segði Brian Kerr, at fleiri av landsliðsspælarunum ikki vóru í so góðari venjing, sum ynskiligt var. Hetta er tó nakað, sum er betrað nógv seinasta mánaðin, segði Brian Kerr.

- Eg var sum heild væl nøgdur um venjingarstøðuna hjá spælarunum. Tekur tú Súna Olsen, so hevur hann havt drúgvan steðg frá fótbóltinum, men hann royndist sera væl í dag, og hann gevur okkum nógv betur møguleikar í pasningsspælinum á miðvøllinum. Men fleiri aðrir vóru eisini væl betur fyri nú, enn teir vóru fyri einum til tveimum mánaðum síðani.

- Men tað er framvegis rúm fyri stórum batum. Tekur tú serbarnar, so spæla fleiri av teimum í stórfeløgum, sum hava allar møguleikar fyri servenjingum og vísindaligari ráðgeving um heilsustøðuna hjá spælarunum. Tað er nakað, sum vit ikki hava møguleika til, men vit mugu gera tað, sum vit kunnu innan karmarnar, sum FSF hevur at arbeiða við, segði Brian Kerr.

- Og tað sást eisini aftur, tá teir skoraðu til 2-0. Fram til tá vóru vit væl við í dystinum, men málið tekur luftina úr okkum, og vit fáa ikki okkara spæl at koyra eftir hetta. Men eisini undan 2-0 málinum hava vit ein stóran møguleika, og hugsar tú so eisini um møguleikarnar, sum vit høvdu fyri steðgin, so gevur hetta gott mót. Eg haldi, at tað er nakað síðani, at føroyska liðið hevur skapt somikið nógvir møguleikar.

 

Neyvleikin er munurin

Samstundis sum Brian Kerr fegnaðist um tað, sum hansara menn vístu, so stðafesti hann tó eisini, at júst smáu marginalarnir eru munurin í altjóða høpi.

- Vit skuldu verið á odda, og ístaðin loyva vit teimum at skora beint fyri steðgin. Tað er tekin um vantandi evni at halda konsentratiónini, og tað havi eg sagt spælarunum. Tað eru júst slíkir smálutir, sum eru munurin millum tey sterkastu liðini og restina. Tey sterku liðini standa ímóti trýstinum seinastu minuttirnar undan steðginum, og tey eru tað lítla pettið neyvari, tá møguleikarnir koma. So tað eru smáir lutir, sum skulu betrast hjá okkum, og tað er hetta, sum vit sklu arbeiða við komandi tíina, segði Brian Kerr.