Danmark hevur fingið eina góða byrjan uppá HM-endaspælið við 6 stigum av 6 møguligum í tí innleiðandi bólkinum. Í kvøld kl. 20.15 spælir Danmark ímóti Egyptlandi, sum megnaði at fáa ein javnleik ímóti Danmark á teimum olympisku summarleikunum í Beijing í summar.
Playmakarin hjá danska liðnum, Jesper Jensen heldur, at verjuspælið er lykilin til enn ein danskan sigur: - Vit hava higartil klára okkum rættiliga væl í álopspartinum. Nú mugu vit vita, um vit ikku kunnu bøta um verjuspælið. Segði Jesper Jensen við danska TV2.
Verjuspælarin, Lars Jørgensen er samdur við Jesper Jensen: - Okkar verjuspæl hevur tíðum verið minni jaligt, so um vit skulu vinna, so má hesin parturin eisini virka.
Í sama bólki spælir Noreg ímóti Serbia. Serber eru trýstir aftaná tap ímóti bæði Danmark og Brasilia. Noreg hevur fult stigatal eins og Danmark.
Norðurlendska oddabrakið í HM-bólki D millum Noreg og Danmark verður í annaðkvøld kl. 19.15. Týdningarmikið er hjá báðum londum at vinna, fyri at kunna taka stigini við sær í millumumfarið.