Í veljarakanningini fer Tjóðveldi 0,6 prosent fram samanborið við úrslitið av løgtingsvalinum, og tað gevur seks sessir í løgtingið, sum flokkurin eisini hevur nú.
- Tað er sjálvandi gott við framgongd, men framgongdin átti at verið størri, sigur Høgni Hoydal.
Hann sigur, at nú stendur eitt stórt arbeiði fyri framman, og tað ræður um at arbeiða miðvíst sum andstøðuflokkur.
- Men eg vóni ikki, at hetta andstøðuskeiðið verður langt.
Høgni Hoydal vísir ikki aftur, at Tjóðveldi møguliga hevur verið ov lítið sjónligt seinastu tíðina.