Mugu stríðast fyri Toto-plássinum

Hóast úrslitið kundi bent tann vegin, so helt Heðin á Lakjuni ikki, at tað var steypafinalan leygardagin, sum sat í beinunum ella heysunum á KÍ-spælarunum.

- Eg haldi, at vit vóru klárir til dystin. Fyrstu løtuna hava vit eisini eitt gott tak á teimum, men tá teir so skora við einum fínum frísparki, broytast fortreytirnar sjálvandi nakað. Og ikki minst er tað keðiligt hjá okkum, at teir beint undan steðginum økja um leiðsluna.
- Og so verður uppgávan jú nærum vónleys. Kanska fáa vit aftur eitt trýst, eftir at teir hava skorað til 3-0, men tað er líka sum for seint kortini.
GÍ er nú bert eitt stig aftan fyri tykkum. Kenna tit trýst um at fáa Toto-plássið, nú bara eitt umfar er eftir?
- Tað gera vit. Vit eru tvingaðir at fara eftir sigrinum á Eiði. Tað er einasti hátturin, sum vit sjálvir kunnu avgera nakað sum helst.
Fleiri hava annars róð uppundir, at EB/Streymur nokk ikki fer at fáa ein so truplan dyst móti tykkum. Hetta tí klaksvíkingar ikki vilja hava HB til meistara?
- Tað er so ikki okkara borð. Fyri meg er tað fullkomuliga líkamikið, hvørt EB/Streymur ella HB blíva meistarar. Okkara uppgáva er at syrgja fyri eini so góðari plasering til KÍ, sum vit á nakran hátt megna, sigur Heðin á Lakjuni avgjørdur.
-mørk