Mugu steðga ráninum hjá samgonguni

Lemjandi atfinningar frá ímóti sitandi samgongu, sum er tann mest karráða nakrantíð – men tað ringasta er, at vit finna okkum í tí

 

- Vit hava tað mest karráða høgravenda politiska stýrið nakrantið og tað er ein vanlagna fyri mong, legði hon afturat.


Tað staðfesti Sonja Jógvansdóttir í røðu síni á Vaglinum í dag, har Havnar Arbeiðsmannafelag skipar fyri fyrsta maidagshaldi.

 

- Men tann størra vanlagnan er, at vit finna okkum í tí, leggur hon afturat.

 

Hon sigur, at nú má vinstravongurin finna saman við tí eina endamáli at steðga niðurlagingini av okkara samfelag og teimum sum í dag ráða fyri borgum.

- Avgerðirnar, ið eru tiknar, hava stóra ávirkan á framtíð okkara, og uppruddingararbeiðið verður øgiligt.  Men eg vóni og vænti, at onnur koma til, sum kunnu bjarga okkum landinum og sum kunnu støðga ráninum frá framtíðar ættarliðnum, sigur hon.
Hon spyr, hvat tað er fyri samfelag, vit hava, tá ið tað er púra ílagi, at  vinnulívsfólk siga, hvønn vinnulívspolitikk vit hava.

 

- Reiðarar hava fastan sess uttanfyri skrivstovuna hjá fiskimálaráðharranum og reiðarar, sum hava telefonnummarið hjá fiskimálaráðharranum, fáa kvotur og avgerða, hvønn fiskivinnupolitikk vit hava.

 

Men tey, sum fáa almannaveitingar, sleppa ikki framat at gera lógaruppskot ella at avgerða almannapolitikkin.

Tey arbeiðsleysu hava heldur onga ávirkan á støddina á arbeiðsloysisstuðlinum.

- Hví er tað í lagi, at vinnulívsfólk avgerða vinnulívspolitikkin og  hví er tað í lagi, at reiðarar avgerða fiskivinnupolitikkin, tá fólk sum liva av forsorg ikki so frægt sum verða spurd um tey klára seg fyri veitingina.

- Tað er eftir øllum at døma í ordan, at at spekulantar gera lógir, sum gera tað lættari at spekulera, men tey, sum á ein hvønn hátt ikki megna at vera á arbeiðsmarknaðinum, hava púra onga ávirkan á ta skipan tey liva, sigur Sonja Jógvansdóttir.

 

- Hevði tú klárað at forsyrgt tær og tveimum børnum fyri 65 kr um dagin, tí hetta er veruleikin hjá nógvum sperdum familjum í dag, spyr hon.

Hví er tað so sjálvsagt, at vit býta út og eru ein gávubúð, tá ið tað snýr seg um at geva millióna virðir til summi fólk – men vit mugu endiliga halda okkum aftur, um talan er um onkran sum er sjúkur, ber brek ella er raktur á annan hátt.

 

Les alla røðuna hjá Sonju Jógvansdóttir við at trýsta HER