Mugu standa sum ein maður


? Tað er ógvuliga óheppið, at vit geva útlendingum fatan av, at ósemja er í Føroyum um, hvussu nógv, vit skulu krevja av samlaðu svartkjaftakvotuni, heldur reiðarin á Christiani í Grótinum og Norðborg

 

Kvotubýti


?Eg haldi ikki, at vit skulu hava minni enn 30%.

Palli Ziska í Klaksvík er ein av okkara fremstu nótamonnum. Og nú tað er greitt, at fiskiskapurin eftir svartkjafti skal skerjast, eftir at fiskifrøðingar hava rópt varskó, er lítið annað væntandi enn eitt hart stríð ímillum tey londini, sum hava rætt til svartkjaftin um, hvussu nógv hvør skal fáa av kvotuni, sum skal fiskast.

Reiðarin úr Klaksvík er ikki fegin fyri at leggja seg út í tað kjakið, ella at geva politikarum góð ráð um, hvat føroyingar eiga at gera, fyri at tryggja okkum okkara part av kvotuni.

?Tað er ein politiskur spurningur. Politikararnir skulu leggja karmarnar og tað haldi eg, at teir skulu gera, so mugu vit rætta okkum eftir tí.


Ikki minni enn 30%

Kortini heldur hann, at føroyingar eiga ikki at góðtaka at fáa minni enn 30% av samlaðu kvotuni.

?Føroyska útspælið er nú at fáa gott 30% av samlaðu kvotuni og eg haldi avgjørt ikki, at vit eiga at góðtaka at fara niður um 30%.

Hann vísir á, at tá í svartkjafturin er feitur og góður, og tískil er mest verdur, er tá ið hann er undir Føroyum og undir Íslandi.

? Tað eigur at geva okkum góð kort á hondinum.

Hann heldur, at tað er neyðugt at halda fast um sína støðu, tí gongdin er meiri og meiri tann vegin, at hann verður brúktur til matnað.


Mugu standa saman

Men eitt, sum hann í hvussu so heldur, er, at tað hevur ógvuliga stóran týdning, at føroyingar úteftir standa saman sum ein maður, nú svartkjafturin skal býtast.

?Herfyri kom fram uttanlands, hvussu stór ósemja er í Føroyum um, hvussu svartkjafturin skal býtast og tað er ómetaliga óheppið. Hóast flest øll duga at rokna út, at sjónarmiðini í Føroyum eru ymisk, er tað ómetaliga óheppið, at draga tað kjakið út um landoddarnar og harvið boða hinum londunum frá, at í Føroyum er stór ósemja um málið.

Palli Ziska sigur, at spurningurin um, hvussu føroyingar halda, at svartkjafturin, eigur at verða viðgjørdur innanlendis í Føroyum.

? Og tá ið niðurstøðan so er tikin, eiga vit at standa saman um ein maður úteftir um hesa niðurstøðuna, sigur hann.