Altjóða samfelagið má standa saman fyri at forða fyri, at fleiri sivilfólk lata lív í ófriðinum í Sýrialandi, og sýriska fólkið hevur rætt til sama støðufesti, sum umheimurin vísti í sambandi við Libya.
Tað segði ST-aðalskrivarin, Ban Ki-moon, í samrøðu við danska kringvarpið DR í kvøld. Aðalskrivarin er í Danmark í sambandi við eina altjóða veðurlagsráðstevnu, sum varð sett í Keypmannahavn í morgun.
Í síðstu viku brúktu Kina opg Russland sýtingarrættin ímóti einum uppskoti, sum kravdi, at teir sýrisku myndugleikarnir skuldu steðga harðskapinum ímóti sivilfólkinum alt fyri eitt. Í samrøðuni við DR eggjaði Ban Ki-moon pørtunum til at fara aftur til samráðingarborðið, og hann segði seg vóna, at ST kann semjast um eina felags kós.