Mugu spælast betur saman

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Liðskiparin hjá U-21 ásannar, at unga U21 landsliðið eru ov illa samanspældir enn

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu, sum Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan, og verjukenda miðvallaran á føroyska U21 landsliðnum, Harald R. Højgaard aftaná 0-3 tapið hjá U21 landsliðnum í Finnlandi fyrr í dag.

 

Haraldur fekk fyrstu 62 minuttirnar á vøllinum, áðrenn hann var skiftur út, og Bartal Wardum kom inn í hansara stað. Haraldur er eins og Eli Hentze, hjálparvenjari eisini stak illa nøgdur við fyrra hálvleiki, har øll tey finsku málini fullu, men hann dugir eisini at gleðast um glottarnar í seinna hálvleiki, sum endaði málleysur.

 

Haraldur ásannar, at føroyska U21 landsliðið hevur ov fáar dystir í beininum mett í mun til mótstøðuliðini. - Vit kenna ov illa flytingarnar hjá hvørjum øðrum staðfestir Haraldur. Onkrir hendinga venjingardystir ímóti skerdum effodeildsliðum gevur ikki nóg mikið í so máta.