– Arbeiðið er tungt, lønin er lág, starvsplássini eru undirmannað – harafturat er tað ringt at fáa fulltíðarstarv.
Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin sigur, at hetta er gerandisdagurin hjá heilsirøktarum og heilsuhjálparum kring landið.
Og nú vil hann hava Helga Abrahamsen, landsstýrismann í arbeiðsmarknaðarmálum, at greiða frá, hvat hann ætlar at gera við tað.
– Vit eiga at arbeiða miðvíst fyri at bøta um umstøðurnar hjá hesum fakbólkum, so tey fáa ta virðing, sum tey hava uppiborið, sigur hann
Og hann heldur, at ein hóskandi byrjan kundi verið at tryggja teimum, og øðrum almennum starvsfólkum, rætt til at fáa eitt fulltíðarstarv.
Men hann heldur eisini, at arbeiðsvikan eihu at verða stytt, soleiðis at tey, sum hava avmarkað starv, kunnu nærkast eini fullari løn.
Heilsuhjálparar og heilsurøktarar eru í stóran mun í starvi hjá tí almenna, antin hjá landinum ella hjá kommunum. Ein stórur partur av teimum eru kvinnur, og ein stórur partur hevur bara avmarkað starv.
Summi vilja ikki arbeiða fulla tíð av tí at arbeiðið er so tungt, men onnur, vilja arbeiða fulla tíð, men sleppa ikki.
– Tey flestu størvini, sum verða lýst leys á hesum øki, verða lýst sum parttíðarstørv. Tað hevur við sær, at vit í dag hava nógvar heilsuhjálparar og heilsurøktarar, sum mugu átaka sær onnur størv fyri at fáa endarnar at røkka saman.
– Arbeiðsloysið í Føroyum er metlágt, og tað er stórur tørvur á starvfólki á umsorganarøkinum, staðfestir Jóhannis Joensen.
Tí heldur hann, at tað er ein andsøgn í tí, at faklærd starvsfólk á økinum ikki sleppa at arbeiða fulla tíð. – Tað er somuleiðis ein sannroynd, at hesir fakbólkar eru nakrir av teinum lægst løntu í okkara samfelag.
– Við einum parttíðarstarvi verður pensjónsuppsparingin eisini lægri, leggur hann afturat.