Mugu skilja okkara umhvørvi betur

-til tess at kunna koma við tí bestu ráðgevingini um stovnsrøkt sigur stjórin á Fiskirannsóknarstovuni, Hjalti í Jákupsstovu

Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni vil fegin hava føroyskar og útlendskar granskarar at arbeiða saman fyri betri at skilja føroysku vistskipanina.


Frá seminarinum um føroysku vistskipanina í Havn herfyri.


Gransking


Síðst í september mánað vóru føroyskir og útlendskir fiskifrøðingar, havfrøðingar ol. á sera forvitnisligum seminari í Havn, har evnið var "Ecosystem Modelling of Faroese Waters". Endamálið við arbeiðsfundinum varð at tosa um, hvussu man kann gera ein frymil, eitt model, sum sigur, hvussu umhvørvi ávirkar fiskiskapin og framleiðsluna av fiski og lívfrøði undir Føroyum. Hvar og hvussu kann man seta inn við meiri gransking fyri at skilja, hvussu tann føroyska vistskipanin virkar og á tann hátt betri at kunna ráðgeva bæði myndugleikum í stýring av fiskiskapinum og oljufeløgunum í teirra arbeiði á landgrunninum.

Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni var sera væl nøgdur við arbeiðsfundirnar, sum hann heldur kunnu fáa stóran týdning víðari. Við slíkari "workshop" fær man ment verandi arbeiði, og man fær vegleiðingar í, hvat man skal gera víðari - saman við fleiri av heimsins frægastu serfrøðingum á økinum.

Tosað varð um, hvussu streymur og vindur ávirka framleiðsluna av æti og fiski undir Føroyum og hugt varð eftir hvussu tingini hanga saman og hvussu man matematiskt kann modelera. Summi ár er nógvur gróður, hví er tað so? Hvussu verða útlitini osfr. Skipanin er sera komplex og vil man skilja hana betri.

Hjalti í Jákupsstovu sigur, at teir við slíkum modelli vilja vera betri førir fyri at geva meira beinrakin ráð til politikarnar.

Hann vísir eisini á, at tað er nógv, ið kann gerast í Føroyum, sum kann forklára tingini aðrastaðni. Tí vilja teir eisini hava aðrar áhugaðar við í granskingina. Hann er fegin um, at FOIB, sum er áhugafelagið hjá oljufeløgunum, sum arbeiða í Føroyum, hevur viljað goldið fyri seminarið.

.
Tey á Fiskirannsóknarstovuni hava savnað data inn hvørt ár. Nú tá oljuvinnan hevur ynskt at stuðla projektum í føroyska samfelagnum, so hava tey frá Fiskirannsóknarstovuni hildið, at tað kanska vildi verið skilabetri at fíggja verkætlanir, sum vilja skilja alla vistskipanina undir Føroyum heldur enn bara at fara inn og stuðla einstøkum verkætlanum.

-Workshoppin var sera væleydnað. Fólkini, sum komu uttanfrá hava verið sera positiv. Nú verður arbeitt víðari við hesum.

Tað hevur so eisini týdning fyri leiting og møguliga oljuframleiðslu, at man finnur fram til, hvussur vistskipanin kring Føroyar virkar og hvussu man betur kann skilja hana, tá oljuframleiðsla byrjar.


Hjalti í Jákupsstovu vísir á, at tað gongur tann rætta vegin. Vit hava spakuliga bygt upp eina umhvørvisdeild, og vit arbeiða miðvíst við at tengja saman fisk og umhvørvi.

-Vistskipanin er so nógv ávirkað av streyminum og tí fysiska umhvørvinum, at vit mugu royna at skilja hetta. Tað næsta stigið verður at kobla tað sum vit skilja nú upp ímóti teimum veðurlagsbroytingum, sum koma. Modellini í dag blíva betri og betri.Tað kann t.d. gott vera, at vit við at fylgja við veðri, vindi og streymi hinumegin Atlantshavið kanska tvey ár frammanundan hava eina hóming av, hvussu fer at ganga við framleiðsluni í sjónum nøkur ár í framtíðini sigur fiskifrøðingurin, sum eisini heldur, at vit skulu brúka hesa nýggju vitan til at fáa eina betri stýring og ráðgeving av fiskiskapinum undir Føroyum. Meiningin er, at vit skulu liva av havinum við fiskinum og fáa so nógv burtur úr sum gjørligt uttan at syndra tað sundur. O g soleiðis at man ikki tekur óráð fyri, hvørgan vegin.






Nú nógv verður tosað um árin frá eini framtíðar oljuvinnur heldur Hjalti í Jákupsstovu, at oljuvinnan eigur at vera við til at skilja, hvussu vistskipanin virkar kring Føroyar, so tey eru beri før fyri at taka støðu til, hvussu ein møgulig oljuvinna ávirkar skipanina.