Mugu seta krøv til útlendskan pening

Sorgarleikurin í Vági, har Pan Fish tók seg úr alivinnuni og lat eftir seg eitt stórt arbeiðsloysi í Suðuroynni, er eitt gott dømi um, hvussu man ikki skal lata útlendingar fáa frítt spæl í alivinnuni. Heldur eiga vit at seta hørð krøv til útlendingar, sum vit gjørdu í fyrireikingunum til oljuvinnuna, heldur Gestur Hovgaard, ið er við í eini drúgvari kanadiskari granskingarverkætlan, ið eisini kannar alivinnuna í Føroyum.

Granskingardepilin fyri Økismenning hevur seinasta árið verið partur í drúgvari kanadiskari verkætlan innan alivinnu. Verkætlanin við heitinum Aquanet, leggur seg eftir at kanna bæði náttúruligu og samfelagsligu liðini í alivinnuni, bæði hvat lærdóm vit higartil hava fingið og hvussu framtíðin sær út.
Altjóða sæð, hevur alivinnan verið ein tann skjótast vaksandi vinnan, og hon hevur fleiri røddir hava verið frammi um, at alivinnan møguliga fer at vera við til loysa matvørutrupulleikan í serliga triðja heiminum.

Fjølbroytt verkætlan
Gestur Hovgaard, ið stendur fyri føroyska partinum av verkætlanini sigur, at kanadiska verkætlanin er rættiliga fjølbroytt.

Har eru náttúrufrøðingarnir, íð eitt nú hyggja at arvalæruni,fóðuri og sjúkum hjá alifiski. Serliga spurningurin um genetiska manipulasjón ella ikki, stendur frammalaga í kjakinum, har tey positivu mest síggja møguleikan í at framleiða ein so góðan fisk so bíliga sum gjørligt, meðan tey ivasomu taka atlit til teir umhvørviskostnaðir, ið kunnu standast av at "framleiða" ein tílíkan laks.

Samfelagsliga granskingin tekur onnur atlit:.
? Samfelagsligi parturin av verkætlanini hyggur m.a. at tí globalisering av vinnuni, sum farin er fram seinastu árini, og hvønn týdning hetta hevur á tey øki, sum alt verður á. Ein viðkomandi spurningur er til dømis, hví alivinnan klárar seg væl í summum pørtum av heiminum, og ikki í øðrum, greiðir Gestur Hovgaard frá.

Tað er av altstórum týdningi, at vit royna at vera við í tílíkum verkætlanum, tí alivinnan hevur stóran týdning í føroyska búskapinum, og hóast núverandi kreppuna, kemur hon eisini at hava stóran týdning framyvir. Ein ógvuliga viðkomandi partur av samfelagsgranskingini er at savna ta vitan ein so skjótt broytilig vinna kann geva okkum, her hjá okkum og aðrastaðni. Hetta gera vit millum annað gjøgnum samanberingar við onnur lond, og hetta gera vit eisini við at eitt nú náttúrufrøðin og samfelagsfrøðin "práta saman". Tað er m.a. hetta sum ger Aquanet verkætlanina áhugaverda, ikki minst tá man skal royna og byggja upp eina føroyska vitan á økinum. Meir kann lesast um hesa verkætlan á www.aquanet.ca


Krøv til útlendingarnar
Ein tann mest átroðkandi spurningurin fyri føroyska alivinnu í løtuni, er spurningurin um útlendskan kapital. Fyrr í summar setti landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, ein bólk niður at arbeiða við spurninginum við framtíðini føroyskari alivinnu. Høvuðsspurningarnir vóru, hvørt útlendingar skulu sleppa framat føroysku alivinnuni og um bankarnar skulu fáa loyvi at fáa veðhald í aliloyvum.

Gestur sigur, at hetta eru ógvuliga viðkomandi spurningar, sum hann tó ikki beinleiðis hevur granskað í. Tá spurningurin kemur inn á útlendskan kapital, er hann tó rættiliga avgjørdur.
? Eg eri ikki bangin fyri útlendskum peningi og risafyritøkum. Men eg haldi greitt, at vit mugu tora at seta krøv til útlendskan kapital, og standa við hesi krøv, um neyðugt.

Í eitt nú Kili eru tað globalar fyritøkur, ið eiga meginpartin av alivinnuni, og man kann ivast í, hvat liggur eftir lokalt. Ein av høvuðsspurningunum má tí verða, hvussu vit í Føroyum sleppa undan, at stórar altjóða fyritøkur drena tilfeingið, so einki liggur eftir. Vit mugu seta okkum spurningin um tað er nóg mikið, at ein global fyritøka kemur til Føroya og gevur okkum nøkur arbeiðspláss?, sigur Gestur Hovgaard.

Vágur er kanska eitt gott dømi um hvat hendir, tá tað gongur galið. Pan Fish kemur sum ein risafyritøka inn, men gongdin vísti, at stórt er ikki altíð gott, og eftir standa nógv fólk uttan arbeiði. Tí er tað týdningarmikið, um meiri globalur kapitalur skal inn, at vit tryggja okkum, at tað ikki einans eru fólk á kontórum í tilvildarligum stórbýum, ið avgera lagnuna hjá føroysku alivinnuni. Tað kann stutt sigast soleiðis, at vit mugu ansa eftir, at man ikki privatiserar - ella globaliserar - vinningin, meðan man almennagerð - ella lokaliserar - trupulleikarnar.

Samstundis heldur Gestur at tað uppá standandi fót er ringt at geva eitt svar uppá, hvat man kann gera í núverandi støðuni, og samstundis forða fyri ógvusligum avleiðingum. Men kanska ein byrjan kundi verið, at alivinnan lærdi av oljuvinnuni. Har hava myndugleikarnir royndir í at seta krøv, sum kanska kunnu yvirførast á alivinnuna.

Spurdur um vit framhaldandi eiga at forða útlendingum at eiga meir enn 33%, hóast vinnan skríggjar eftir kapitali, svarar Gestur, at vit eru noydd at fyrihalda okkum til veruleikan, vit liva í, og at møguliga skuldi hurðin verið opnað meiri fyri útlendskum kapitali, men aftur her mugu vit ikki gloyma at seta krøv.
? Vit mugu ikki vera so naiv, at halda at globalar fyritøkur seta pengar í føroyska alivinnu, tí teir halda, vit eru so fittir. Teir vilja sjálvandi vinna pening og taka sær av áhugamálunum hjá eigararnum, og tá hesir ikki eru staddir í Føroyum, ja so fara teir út av landinum. Tað er tað kanska onki galið í, men vit mugu fyrihalda okkum til hvat skal liggja eftir.

Gestur peikar samstundis á, at hann ikki er í iva um, at ein orsøkin til, at føroyska alivinnan hevur roynst væl, er júst tað, at vit hava havt eina skipan, har tað bæði hava kunna verið lokalar og globalar fyritøkur (t.d. Pan Fish) í vinnuni. Hetta tryggjar eitt fjølbroytni ið er ein avgerandi fyritreyt fyri ta nýskapan, sum er so týdningarmikil fyri vinnuna. Hetta fara vit at venda aftur til í aðrari grein um alivinnuna.