Mugu síggja førleikar og ikki forðingar

- Tað er av stórum týdningi, at vit innrætta samfelagið út frá eini inkluderandi hugsan og at vit síggja førleikarnar hjá fólki, sum bera brek, heldur enn forðingarnar. Men vit kunnu ikki og ynskja heldur ikki at seta upp hugmyndir av, hvussu hvør einstakur borgari skal liva sítt lív.


Tað segði Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum, tá hon fyrr í dag setti dagin Altjóða Brekdagin, ið Ráðið fyri brekað og MBF skipa fyri.


Høvuðsevnið fyri dagin er týdningin av at vera virkin, og tað evnið nevndi landsstýriskvinnan eisini í røðuni.


- Samfelagið hevur skyldu til at skapa fortreytir fyri, at hvør einstakur kann gagnnýta sínar førleikar og at vera virkin á sín egna hátt.


Í røðu síni nevndi Eyðgunn Samuelsen eisini ymisk mál, ið landsstýrið arbeiðir við í løtuni, ið hava til endamáls at betra um korini hjá teimum, ið bera brek.


- Í løtuni verður síðsta hond løgd á arbeiðið at orða ein tænastupolitikk, sum skal seta kós fyri, hvussu tænastur til borgarar, ið bera brek skulu skipast framyvir.


- Tænastupolitikkurin verður eisini grundarlagið undir nýggju tænastulógini, ið skal avloysa verandi forsorgarlóg, segði Eyðgunn Samuelsen, og metti at arbeiðsbólkurin verður liðugur við uppskotið komandi ár.


Landsstýriskvinnan lovaði eisini, at byrja upp á arbeiðið at gera ein Breksáttmála fyri Føroyar.


- Vit eiga at seta eina kós fyri almennu Føroyar, har vit seta okkum nøkur ítøkilig mál fyri, hvussu vit fáa Breksáttmálan at virka á øllum økjum. Tí fari eg fyrst í komandi ári undir arbeiðið at gera eina brekpolitiska virkisætlan.


- Almannamálaráðið hevur fingið leiklutin at samskipa íverksetanina av Breksáttmálanum og fer at skipa eitt formligt samstarv millum aðalráðini, ið hevur til endamáls at tryggja, at allur sáttmálin verður settur í verk í Føroyum, og ikki bert partar av sáttmálanum.


Harumframt upplýsti Eyðgunn Samuelsen, at broytingar verða framdar í virkseminum hjá Ráðnum fyri Brekað har ætlanin er, at ráðið framyvir fær eina breiðari samanseting og skal ráðgeva øllum landsstýrinum.