Mugu menna aðrar vinnur

-fyri at vaksa um okkara útflutning

Skerjingar



Í gjár var triðja og endaliga viðgerðin av fíggjarlógini, og varð álvari gjørdur av ætlanini hjá Fíggjarnevndini, so verður Menningastovan skerd við hálvari millión krónum. Vit spurdu Kjartan Kristiansen, um hetta er úrslitið av túrinum til Moskva herfyri!

-Nei, tað trúgvi eg ikki. Vit eru ikki einasti vinnuframastovnur, sum er skorin nógv á hesi fíggjarlóg. Skerjingarnar gera tað sera torført hjá okkum og øðrum at gera átøk og arbeiði, sum kunnu vera við til at finna føroyingum nýggjar vinnuvegir ístaðin fyri teir, sum nú hvørva.

Við ársskiftið løgdu vit saman við TK Stovuni, sum hevði fýra fólk í arbeiði. Játtanin til henda stovn varð tá skorin við 1,3 mió. kr. Kortini vónaðu vit onkursvegna at varðveita trý teirra í arbeiði. Við skerjingini nú fer hetta ikki at bera til.

Ikki allur útflutningur úr Føroyum er fiskur, verri enn so. Men okkara hagtalsskipan telur bert stertar. Vørur og tænastur til fiski- og alivinnu verða ikki skrásett, telduskipanir og tænastur frá KT vinnuni síggjast heldur ikki. Ferðavinnan roynir sjálv at fáa sær hagtøl. Men tað heilt nógva av okkara útflutningi er fiskur, og vit fáa ikki vaksið um annan útflutning, um vit ikki menna aðrar vinnur.