Uttan góðar og altjóða viðurkendar granskarar, harvið eisini undirvísarar, fara vit ikki at klára okkum í altjóða kappingini, ynskja vit at satsa uppá gransking og útbúgvging. Hetta heldur Juanna Schrøter Joensen, sum er fyrsti føroyingur við Ph.D. í búskaparfrøði. Og hon vísir á, at fáa altjóða viðurkendar granskarar til Føroyar er neyðugt við nógvum peningi.
- Granskingarætlanir eru kostnaðarmiklar, bæði orsaka av lønum, men ikki minst, tí tað er so týdningarmikið at vera í fremstu røð alla tíðina - har tað hendir nakað í altjóða høpi - annars verður ein afturúrsigldur og granskingin virðisleys. Flestu granskarar raðfesta eisini høgt at vera partur av einum góðum granskingarumhvørvi, sigur Juanna Schrøter Joensen við Sosialin.
Tí heldur hon tað vera altavgerandi, at vit nágreiniliga raðfesta, hvørjar hægri útbúgvingar Føroyar eru førar fyri at útbjóða á altjóða støði.
- Alt annað er utopi, slær Juannu Schrøter Joensen fast. Og hon vísir í hesum sambandi á, at ein lærdur háskúli á altjóða støði verður ikki bygdur eftir einum degi.
Bert fyrimunir við universiteti
Juanna Schrøter Joensen er fyrsti føroyingur við Ph.D. í búskaparfrøði. Hon hevur millum annað granskað í, hvørja ávirkan kyn og útbúgving hava á fíggjarligar íløgur.
Síðstu tíðina hava fleiri góð fólk rópt varskó, tí fólkatalið stendur í stað og at 2000 kvinnur mangla í landinum. Í hesum sambandi hevur stovnsetanin av einum stórum universitet, helst altjóða, verið nógv umrøddur, sum ein loysn á ovurhonds stóra trupulleikanum.
Vit hava spurt Juannu Schrøter Joensen, Ph.D. í búskapi, sum í løtuni starvast sum granskari í Stockholm, hvønn týdning tað kann hava á Føroyar, um vit fáa eitt altjóða universitet? Og hon er skjót at svara, at tað hevur stórar fyrimunir við sær.
- Millum annað gevur lestrarumhvørvið eitt universitet eitt ungt og dynamiskt umhvørvi, og ofta kemur mest týðandi og mentunarligi íblásturin eisini úr útbúgvingarumhvørvinum, sigur Juanna Schrøter Joensen. Harumframt vísir hon á, at lærdir háskúlar eisini geva eitt betri aldursbýti í samfelagnum, og betri og fleiri møguleikar hjá fyritøkum, sum hevur tørv á útbúnaði arbeiðsmegi, at finna fólk, bæði í styttri og longri tíðarskeið.
- Eitt ótal av kanningum vísa, at dygdargóð útbúgving og gransking eru tær týdningarmestu fyritreytirnar fyri búskaparligum vøkstri, staðfestir Juannu Schrøter Joensen.
Lokkar fólk heim
Men hví ikki senda øll uttanlands at lesa, og so hava eina lítla móðurmálsdeild her?
Ja, hví ikki? Millum fyrimunirnar kunnu vit nevna, lættari atgongd til dygdargóða útbúgving og fleiri valmøguleikar fyri tey ungu, sum fara uttanlands. Harafturat kunnu tey koma aftur við neyðugum íblástri, um tað eydnast samfelagnum at fáa tey aftur til landið, sigur Juanna Schrøter Joensen. Og hon heldur fram við at hugleiða, men nú um, hvørjir vansarnir kunnu vera.
- Millum vansarnar kunnu vit nevna, at tá ið ung fólk fara av landinum í bestu árum, er ógvuliga sannlíkt, at tey verða verandi uttanlands, har tey ofta hava betri arbeiðsmøguleikar, starvstreytir og kanska eisini finna sær maka.
Spurd, hvat vit sum land skulu gera til tess at fáa tey heim aftur, greiðir hon frá, at flestu føroyingar, sum venda aftur til Føroya fyri at starvast eftir lokna útbúgving, gera tað í høvuðsheitum orsaka av familju ella øðrum serføroyskum viðurskiftum, sum heimlongsul.
- Tí er alneyðugt at gera meira fyri at bjóða betri starvsmøguleikar og at raðfesta útbúgving og gransking hægri. Tá eri eg vís í, at tað eisini hevði borið til at fingið enn fleiri heim aftur eftir lokna útbúgving, sigur Juanna Schrøter Joensen.










