Mugu liva við at liggja í útjaðaranum

Hilmar Eliasen, stjóri í SSL.

- Fyrst og fremst skulu vit hava ein væl riknan stovn og tað hava vit í dag, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskip Landsins.

 

Útsøgnin kemur í samband við kjakið, ið hevur stungið seg upp eftir at tríggir eysturoyartingmenn løgdu fram eitt uppskot um, at fleiri almennir stovnar skulu liggja aðrastaðni enn í Havn.

 

Hilmar Eliasen sigur, at tað til tíðir kann verða ein avbjóðing at fáa fólk til Suðuroy, serliga tá talan er um størv, ið krevja eina akademiska útbúgving. Tá kann verða neyðugt at seta til síðis ynski um, at viðkomandi helst skal búgva í Suðuroy.

 

- Sum stjóri vil eg altíð hava best skikkaða umsøkjaran til eitt starv, so má tað telja minni um viðkomandi er sinnaður at flyta til Suðuroyar ella ikki, sigur Hilmar Eliasen.

 

Les longri samrøðu við Hilmar Eliasen í Sosialinum um vikuskiftið.