TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tann partin av SportBoxini, sum nevnist Fótbóltspanelið.
Gestir hjá Tróndi Arge í dag vóru fótbóltsviðmerkjararnir, Oddbjørn Joensen og Teitur Joensen.
Tróndur, Oddbjørn og Teitur tóku samanum kappingina í effodeildini higartil. Fótbóltviðmerkjararnir halda, at tað er ov yvirdrivið, at Jákup á Borg skal fáa karantenu fyri at úttala seg aftaná ein dyst, har dómarin eftir tykkinum hjá fótbóltsviðmerkjarunum hevur dømt ein vánaligan dyst.
Oddbjørn Joensen og Teitur Joensen mettu eisini um 14. umfar í effodeildini, sum verður avgreitt í kvøld.










