Mugu koma víðari

Fyrrverandi løgmaður og núverandi formaðurin í fólkaflokkinum, Anfinn Kallsberg, svarar, at tað er skyldan hjá løgmanni at halda eftirlit við sínum landsstýrismonnum, og at tað tí er í lagi, at ein kanning verður gjørd, tá hann beinleiðis verður spurdur um, hvørja viðmerking hann hevur til, at Jóannes Eidesgaard nú setur eina kanning í gongd

- Tað er ikki serliga heppið, at slíkar ákærur sleppa at vera hangandi, so tí er tað gott við eini kanning, soleiðis at vit kunnu koma víðari, heldur formaður Fólkafloksins.
Spurdur um hann hevur nakað boð uppá, hvussu ein møguligur arbeiðssetningur skal ljóða, sigur Anfinn, at tað hevur hann ikki, og tað er bara er løgmaður suverent sum hevur tað.