Mugu kanna almenna tilboðið

Viðlíkahaldsvenjing eigur at vera eitt alment tilboð til tey við serligum avbjóðingum, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna.

Arbeiðið at tryggja rættindi hjá borgarum við serligum avbjóðingum í eini nýggjari tænastulóg, sum Annika Olsen setti í gongd í síni tíð sum landsstýriskvinna í almannamálum, heldur fram, nú tað er Eyðgunn Samuelsen, sum umsitur økið í nýggja landsstýrinum.

 

Nýggja tænastulógin er liður í arbeiðinum at fremja nýskipanir á almannaøkinum, sum skulu tryggja øllum borgarum góða tænastu, rættartrygd og møguleikar at liva og virka í Føroyum, og í farnu viku hevði landsstýriskvinnan fund við arbeiðsbólkin, ið skal orða nýggja tænastupolitikkin á almannaøkinum.

 

Eyðgunn Samuelsen hevur gjørt av, at arbeiðið skal halda fram, men hevur tó sett fram um nøkur viðurskifti, sum hon eisini vil hava bólkin at taka við í sínum arbeiði. Í tíðindunum á Rás 2 greiddi hon frá, hvørji viðurskifti talan er um.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Eyðgunn Samuelsen.

 

Í arbeiðsbólkinum, sum skal orða tænastupolitikkin, eru umboð fyri bæði myndugleikar, fakfeløg og áhugafeløg.