Sandvík: - Tað er kortini torført at seta fyrimunir og vansar upp ímóti hvørjum øðrum, tá tosað verður um skúlaskap, slær Nita fast.
Hon starvast sum lærari við ein av minstu skúlunum í landinum, Sandvíkar skúla har tað hetta skúlaárið ganga tríggir næmingar – tveir dreingir í 4. flokki og ein genta í 5. flokki.
Og Nita Næs hevur sjálvandi gjørt sær sínar hugsanir, um ætlanina at gera fleiri størri skúlaeindir kring landið. Ein skúli, sum kann verða raktur av hesi ætlanin er júst tann 120 ára gamli skúlin í Sandvík.
Sambært einum uppskoti frá mentamálaráðharranum, Helenu Dam á Neystabø er støðan púra greið: Teir smáu skúlarnir kunnu ikki útvega næmingunum eitt nóg fjøltáttað tilboð til undirvísingina. Tí er neyðugt at umskipa føroysku skúlarnar við virknaði frá skúlaársbyrjan 2011.
- Eg havi kortini einki ímóti at broytingar fara fram innan skúlaøkið, sigur Nita Næs í hesi samrøðuni við Sosialin.
Kendur skúli
Nita Næs dugir væl at síggja, at tað sum kann vera ein fyrimunur hjá henni sum lærara í Sandvík, kann møguliga vera ein vansi á einum øðrum lítlum skúla. Og nakað, sum er ein fyrimunur á einum stórum skúla, er møguliga ein stórur vansi á einum øðrum stórum skúla.
Ein av spurningum í hesum sambandi er tíðin, - hetta, at hava tíð til hvønn einstaka næming er altíð nøktandi fyri ein lærara. Um ein kann rópa tað ein fyrimun, dugir hon ikki rættiliga at siga.
- - Stóra avbjóðingin hjá einum og hvørjum lærara er altíð at finna vegin inn til, hvussu hvør einstakur næmingurin lærir, og hvussu lærarin megnar at motivera júst hendan ella handan næmingin, soleiðist at íborna forvitnið til lívið varðveitist og mennist.
- - Tað kann hugsast, at tað er lættari gjørt á einum lítlum ella miðalstórum skúla, enn í einum flokki við t.d. 48 næmigum, greiðir Nita frá.
Stórsta avbjóðingin hjá henni sum einalærari er at geva næmingum eitt eins gott skúlatilboð, sum tey annars høvdu fingið á einum skúla við fleiri lærarum og fleiri floksfeløgum.
Í Sandvík er eitt tætt samstarv við Hvalbiar skúla, sum fær 10 undirvísingartímar um vikuna av teirra tímajáttan. Hetta gevur so næmingunum í Sandvíkar skúla tað serliga skúlatilboðið, at teir partvíst hósdag og hvønn fríggjadag ganga í skúla í Hvalba.
- Tað er tí ikki ein fremmandur skúli, flokslærari ella flokkur, sum teir koma í, tá ið næmingarnir í 6. flokki fara til Hvalbiar at ganga í skúla, slær hon fast.
Netverk
Hvat er so vansin við at hava ein bygdaskúla?, spyrja vit eisini Nitu Næs.
Hon er greið yvir, at um bygdaskúlin verður ov lítil, so er missurin á tí sosiala økinum. Næmingarnir hava ov fá at sparra við, og kann tað í síðsta enda ávirka tað fakliga.
- Sum einalærari er ein til tíðir sera einsamallur, og tí er eitt netverk neyðugt. Eg havi samstarvað nógv við smáu skúlanir kring landið, har vit møtast við næmingum til felags útferðir, og hava stevnu á alnótini, sigur Nita Næs.
Um ein hyggur eftir søguni hjá skúlanum, sum hon er lærari á, so varð hann bygdur í 1890, og varð útbygdur í 90´unum, tí hann var ov lítil til táverandi næmingatal og tørv. Í dag ganga bert tríggir næmingar á skúlanum.
Fyri 100 og 120 árum síðani vóru slíkir spurningar, sum nú eru frammi, als ikki til umrøðu. Bygdaskúlin var eins natúrligur og ein kirkja í bygdini. Samstundis sum vegakervið er ment, er fólkatalið á bygd í støðugari minking, og í Sandvík er støðan tann, at ov fá børn eru í bygdini.
Nita hevur arbeitt bæði á stórum og smáum skúlum, men best dámar henni kortini tann miðalstóra fólkaskúlan, har øll kenna hvønn annan og vita av hvørjum øðrum, og har umleið 14-16 næmingar eru í hvørjum flokki.
- Lat meg tó leggja dent á, at eg einki havi ímóti, at broytingar fara at koma innan fólkaskúlaøki, men eg haldi, at mentamálaráðið skal kalla ein spaka fyri ein spaka, og gera skúlaleiðslum, foreldrum og øðrum púra greitt, hvør námsfrøðiliga hugsanin handan sparingarnar/niðurleggingina av skúlunum eru.
- Eg havi nógv samband við lærarar á øðrum skúlum, og mín fatan er, at hóast stórir skúlar royna at bróta upp úr nýggjum, við nógvum næmingum í hvørjum flokki og fleiri lærarum inni ísenn, so er daglidagurin tó merktur av, at hesar stóru eindir verða býttar upp í smærri eindir. Altso hava vit tann miðalstóra bygdaskúlan umaftur, leggur hon dent á.
Mugu ikki ganga við bindi fyri eyguni
- Tað er í lagi, at ávísir skúlar verða umskipaðir, men at niðurleggja miðalstórar bygdaskúlar gevur onga meining, og er heldur ikki so einfalt, slær Nita Næs fast.
Sandvík: Einalærarin í Sandvík vísir á, at einhvør broyting á fólkaskúlaøkinum má taka útgangsstøði í, hvat er best fyri næmingarnar, og broytingarnar mugu verða knýttir at námsfrøðilligum atlitum, hugsjónum – sum greitt vísa á nakað betur, enn tað er í dag.
- - Ein bygdaskúli sum tann í Sandvík verður niðurlagdur av sær sjávlum, tí har eru eingi børn. Eg meti tó, at skúlabygningurin í Sandvík kann gerast ein partur av Hvalbiar skúla og framhaldandi hava eina funktión, vísir hon á.
Veruleikin er, at kommunurnar eiga skúlabygningarnar, innbúgvið, og um ein skal siga leiðarum ella lærarum, sum eru tænastumenn við ávísar skúla úr starvi, kann tað koma at kosta landinum nógv.
Nita hevur hinvegin sett sær spurningin: Hví so stórar broytingar skulu henda á fólkaskúlaøkinum júst nú, tá tíðirnar eru ringar?! Hetta gevur henni eitt sindur kaldar føtur, og hon vónar ikki, at tann einstaki fólkaskúlanæmingurin kring landið skal svíða fyri, at vit sum samfelag ikki hava siðvenju í langtíðarraðfestingum, og tí mangla pengar á øllum økjum, eitt nú til eftirútbúgving, NSR –tænastur, tvílæraraskipan o.a.
- Vit ganga líkasum við bindi fyri eyguni og droyma um, at alt verður betur, tá vit verða sjey stórar kommunueindir. Nú er so tíðin komin til fólkaskúlin, sum skal tillagast framtíðar kommununum. Harvið verður tímajáttanin umløgd til at verða játtað økjum, og ikki sum í dag tí ávísa skúlanum.
- Skulu vit hava eins góð skúlatilboð kring landið, so er tað av stórum týdningi, at tað er landið, sum framhaldandi umsitur fólkaskúlan. Mín vón er, at almenni myndugleikin og kommunurnar hava eina fatan av, at skulu vit umsita og viðgera fólkaskúlarnir eins kring landið, so mugu vit samstundis umsita og viðgera teir ymiskt, sigur Nita Næs at enda.










