Mugu kóka drekkivatnið

Tey, sum búgva í Kollafirði, Kaldbak, Kaldbaksfirði, Velbastað, Hesti og Nólsoy eiga at kóka sær vatnið næstu dagarnar. Tórshavnar Kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at streymslitið í gjár ávirkaði vatnverkini, sum veita vatn til hesi støð.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur tikið royndir av drekkivatninum, og er úrslitið av hesum greitt hósdagin. Fram til tá verður mælt til, at vatnið verður kókað.

Vatnverkini í Villingadali og Havnardali hava egna streymveiting og vórðu tí ikki ávirkað av streymslitinum, skrivar kommunan á heimasíðuni.