Mugu innflyta frystan fisk

Í dag kemur umleið 50 prosent minni fiskur upp á land í Íslandi enn um aldarskiftið, og tað gevur trupulleikar.

Tí meðan fiskurin er minkaður, er framleiðsluorkan á virkjunum uppi á landi at kalla tann sama, og so er spurningurin, hvat kann gerast fyri at fáa gagn av teirri tøku orkuni.

 

Í seinastuni hevur ein arbeiðsbólkur kannað møguleikarnar fyri, at íslendingar kunnu innflyta frystan fisk úr útlondum og so tiðna hann til virkingar inni á fiskavirkjunum.

 

Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum er, at tað ber væl til at innflyta frystan fisk til virkingar uppi á landi. Í niðurstøðuni stendur eisini, at tað er nóg mikið av frystum fiski at fáa á marknaðinum uttanlands, skrivar Morgunblaðið.