Mugu ikki styggja fólk av landinum

Oddagrein:

Um dagarnar frættist, at fólkatalið í Føroyum er so høgt sum ongantíð áður. Hetta eru sjálvandi gleðilig tíðindi. Samstundis vísti Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur, á, at hann roknar við, at hendan gleðin verður stokkut, tí eitt væntandi hægri arbeiðsloysi heilt víst fer at tvinga fólk at flyta av landinum.

 

Her áttu vit at lært av gjørdum mistøkum – og av kreppuni í nítiárunum, sum flestu okkara minnast.

 

Hyggjuráðini hjá landspolitikarunum tykjast vera sparingar. Sparingar so ógvusligar, at tær merkjast týðuliga – og sum ikki einaferð serliga hjá teimum veikastu samfelagsborgarunum.

 

Í drúgvari blaðsamrøðu í Sosialinum í síðstu viku og í útvarpinum hjá Kringvarpinum hevur Hermann Oskarsson týðuliga og greitt víst á skeivleikan í tí at fokusera so nógv upp á at spara okkum úr kreppuni. Hann sigur, at vit nógv heldur skulu hava eitt stórt undirskot á fíggjarlógini, heldur enn at styggja fólk av landinum við stórum arbeiðsloysi, sum er konsekvensurin, um vit bara hugsa um at sleppa undan stóra undirskotinum hjá landskassanum.

 

Hetta eru sjálvandi áhugaverd sjónarmið. Løgtingið hevur stungið út í kortið risastórar íløgur í tunlar. Vit mugu bara spyrja, um hetta er skilagóðar búskaparpolitikkur at brúka so nógvar pengar upp á íløgur, sum ikki kasta so nógv arbeiði av sær.

 

Formaðurin í Havnar Handverkarafelag skjýtur í blaðnum í dag upp, at vit í staðin fyri tunnilin norð um Fjall fara at byggja nýtt havrannsóknarskip. Hetta hevði sambært honum útvegað áleið 300 ársverk – og hevði á tann hátt sett nógv meira gongd í samfelagshjólini.

 

Tað hoyrist graml um, at landsstýrið hevur í umbúnað at seta ymisk tiltøk í verk so sum at minka rentustuðulin til setahúsalán, fiskimannafrádráttin o. s. fr. Fyri 24 árum síðani var eisini kreppa. Tá kom landsstýrið við nøkrum inntøkulógum, sum skuldu vera fyribils. Ein av hesum var lógin um oljuavgjaldið. Vit mugu bara staðfesta, at hetta avgjald er komið fyri at vera, og tá myndugleikarnir nú kalla tað eitt »umhvørvisavgjald«, so er tað ikki hissini manipulatión við minninum hjá fólki.

 

Øll vita, at tað er ikki lætt at fáa kabalina at ganga upp. Men vit mugu krevja, at tær íløgurnar, sum verða gjørdar, eru tær, sum kasta mest av sær til búskapin, og at tær sparingar, sum vera gjørdar, ikki rakar tey veikastu meinast.