Landssjúkrahúsið
? Harðrendur fakfelagspolitikkur má ikki sleppa at vera avgerandi fyri, hvussu arbeiðið á Landssjúkrahúsinum verður lagt til rættis.
Jóan Petur Davidsen, leiðandi yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, átalar framferðina hjá sjúkrarøktarfrøðingunum í sambandi við ætlaðu umleggingarnar á føðideildini á Landssjúkrahúsinum.
? Tað er lítið virðiligt at niðurgera ein annan starvsfólkabólk fyri at rættvísgera sína egnu tilveru og síni egnu sjónarmið, sigur yvirlæknin um framferðina hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.
Jóan Petur Davidsen er leiðandi yvirlækni á skurðdeildini á Lanssjúkrahúsinum og hann er ein av arkitektunum aftanfyri umleggingarnar.
Og hann heldur fast um, at umleggingarnar eru fult forsvarligar, annars vóru tær ikki gjørdar.
? Eftir umleggingarnar verður virksemið á føðideildiniá sama høga støði sum higartil, men tað verður væl bíligari.
Mugu venda hvørjum steini
Hann sigur, at hetta er ein umlegging, sum hevur verið umhugsað í langa tíð og hon hevði verðið sett í verk, uttan mun til um Landssjúkrahúsið skal sparast ella ikki.
Ljósmøður eru á vakt á føðideildini, men tær verða bara tilkallaðar, tá ið kvinna skal eiga. Og tað er ikki effektivur rakstur at hava nakrar ljósmøður á vakt, uttan at tær taka lut í arbeiðnum á deildini, tá ið tær annars er fult skikkaðar til tað, sigur Jóan Petur Davidsen.
Hann vísir á, at vit eru fáment og Landssjúkrahúsið er lítið. Tí ber ikki til at hava serlæknar á øllum økjum og serdeildir til allar sjúkur. Sostatt verður neyðugt at leggja øki saman og tað er orsøkin til at føðideildini og deildin fyri sjúk og ov tíðliga fødd pinkubørn eru lagdar saman í eina deild.
? Okkara uppgáva sum leiðsla er alla tíðina at venda hvørjum steini í strembanini eftir at skilbøta raksturin so nógv sum gjørligt fyri at fáa so nógv fyri peningin sum gjørligt, uttan at tað annars gongur útyvir dygdina.
Jóan Petur Davidsen sigur, at umleggingarnar á føðideildini eru ein partur av hesum arbeiðnum.
Hann sigur, at tað verður alla tíðina leitað eftir møguleikum fyri at fáa sum mest burturúr.
-? Tað hava vit eisini skyldu til mótvegis politiska myndugleikanum og mótvegis skattaborgarunum og tað er ikki skilagott at hava fólk á vakt, uttan at tey arbeiða, tá ið tey annars eru skikkað at arbeiða.
Hann sigur eisini, at tann peningur, sum verður brúktur á einum øki á Landssjúkrahúsinum, er ikki til taks aðrastaðni. Hinvegin kann tann peningur, sum verður spardur einastaðni, brúkast til at menna eitt annað øki og tað er skyldan hjá leiðsluni alla tíðina at royna at finna útvegir fyri skilbótum.
Mugu ikki slaka
Leiðandi yvirlæknin leggur stóran dent á, at tað er uppgávan hjá leiðsluni at leggja virksemið á landssjúkrahúsinum til rættis.
? Tað er ein ógvuliga prinsipiellur spurningur, sum vit mugu halda fast um.
Hann sigur, at harðrendur fakfelagspolitikkur kann ikki vera avgerðandi fyri, hvussu Landssjúkrahúsið verður rikið.
? Harðrend fakfeløg mugu ikki fáa rættin til at stýra rakstrinum á Landssjúkrahúsinum niður í smálutirnar.
? Skulu tað vera snævurskygd, harðrend fakfelagssjónarmið, sum skulu verða tey avgerðandi, ber tað als ikki til at reka ein stóran og fjøltáttaðan stovn sum Landssjúkrahúsið.
? Tað er neyðugt, at virða leiðsluna á Landssjúkrahúsinum. Men tíverri vísir tað seg sum um at summi fakfeløg royna at taka sær tann rættin. Og viðhvørt endar tað enntá við, at sjálvt tann politisku skipanina verður uppí eina umsitingarliga avgerð hjá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum.
Men Jóan Petur Davidsen ávarar politisku skipanina ímóti at leggja seg út í leiðsluviðurskifti á Landssjúkrahúsinum.
-? Gera teir tað, hava vit einaferð enn mist bóltin á gólvið og so er onki at hava eina leiðslu á Landssjúkrahúsinum til, sigur Jóan Petur Davidsen.
Vilja hava størri nyttu burturúr ljósmøðrunum
Ætlaða umleggingin á føðideildini ber í sær, at eitt vaktlag av sjúkrarøktarfrøðingum verður spart burtur á føðideildini. Her er talan um eini 5-6 ársverk.
Í løtuni eru ljósmøðurnar vakt uttanfyri føðideildina og verða bara boðsendar, tá ið kvinnur skulu eiga. Umleggingarnar koma at føra við sær, at ljósmøðurnar, sum eru á vakt, skulu taka lut í arbeiðnum á føðideildini alla tíðina fyri at fáa betri nyttu burturúr teimum.
Framyvir er ætlanin at tað skulu vera umleið helvt um helvt ljósmøður og sjúkrarøktarfrøðingar á vakt á føðideildini.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir mótmæla hesum harðliga, tí tær siga, at á føðideildini liggja eisini sjúk pinkubørn og sjúkar barnakonur og at ljósmøðurnar eru ikki útbúnar at røkta sjúk pinkubørn og sjúkar barnakonur.
Hinvegin siga ljósmøðurnar, at tær eru fult skikkaðar til uppgávuna, tí í lóg og rundskrivi um ljósmøðir stendur, at " i tilfælde af sygelig tilstande hos kvinden eller barnet i barselsperioden, kan jordemoderen foretage undersøgelse, observation, pleje, samt deltage i behandlingen.
Harafturat er tað ein partur í útbúgvingini til ljósmóður, at tær skulu lúka prógv í neonatalogi, sum er sjúka hjá pinkubørnum og pinkubørn, sum eru fødd ov tíðliga.
Harumframt er tað ein partur av útbúgvingini hjá eini ljósmóður, at hon skal hava verið á starvsvenjing í seks vikur á serdeild í neonatalologi á Ríkissjúkrahúsinum