Mugu ikki innføra øll tilmæli

Durita Jóansdóttir, fulltrúi á Løgmansskrivstovuni, sigur, at tað ikki er neyðugt at innføra øll tilmæli í Føroyum, sum ST-stovnar áleggja okkum.

Fyri kortum hava Føroyar verið til hoyringar í ST fyri kvinnurættindini, og tað hevur fest í fosturtøkukjakið av nýggjum.


Tann 24. februar 2015 luttóku Føroyar, saman við Danmark og Grønlandi, í hoyringini í kvinnurættindasáttmálanum (CEDAW) í sambandi við frágreiðingina, sum var latin ST í 2013.

Durita Jóansdóttir, fulltrúi á Løgmansskrivstovuni, var annað føroyska umboðið til hoyringina, og hon var gestur í tíðindunum á Rás 2 í dag. Trýst á pílin undir myndini, fyri at hoyra samrøðuna