Mugu ikki gloyma okkara støðu

Tá B68 vitjar á Injector Arena í Klaksvík sunnudagin, verður tað fyrstu ferð í hesum umfari, at Atli Danielsen og Todi Jónsson skulu spæla fyri barndómsfelagið KÍ. Klaksvíkingar, sum hava verið í tungum sjógvi í hesum kappingarárinum, eru bjartskygdur undan seinnu kappingarhálvu, men Atli Danielsen staðfestir, at fólk mugu ikki gloyma støðuna, felagið er í.

- Vit mugu ikki gloyma, at vit eru undir niðurflytingarstrikuni, og tað snýr seg um at varðveita sætið í deildini. Um vit væntað annað, leggja vit ov stórt trýst á leikararnar, sigur Atli Danielsen millum annað við heimasíðuna hjá KÍ.