Mugu ikki gloyma Maritu

Marita – eitt konubrot í landsins søgu er heitið á bók, sum kemur út mikudagin.

- Í veruleikanum kravdi Marita Petersen meira av sær sjálvari enn av sínum medmenniskjum, sigur Dagny Joensen, høvundur

Tey ungu, sum verða fermd í dag, vita ikki av, at fyri fáum árum síðani høvdu vit ein kvinnuligan løgmann her á landi.

- Hetta er ein stórur missur, tí ungdómurin, og ikki minst ungu genturnar, hava brúk fyri kvinnuligum fyrimyndum – at vita, at tað ber til at koma langt, eisini í politikki, hóast ein er kvinna, sigur Dagny Joensen, journalistur og høvundur, sum seinastu tvey árini hevur arbeitt við at skriva bók um Maritu Petersen, sálu.

- Tað er nú vit hava brúk fyri Maritu Petersen. Sjálvandi fer hon at verða nevnd í søgubókunum um nøkur ættarlið, men vit hava brúk fyri samtíðarsøguni, og tað er hana eg setti mær fyri at skriva, sigur Dagny, ið sjálv arbeiddi sum journalistur, tá ið Marita var landsstýriskvinna og løgmaður, og tí fylgdi henni tætt øll árini.

- Hon tók leiðsluna í landinum, tá ið allar ringast stóð til, men varð burtur aftur í somu løtu, sum støðan batnaði, staðfestir Dagny Joensen. Og hon hugleiðir um kreppuárini, tá tvær kvinnur sótu við róðri, Marita Petersen sum løgmaður, og Lisbeth L. Petersen sum borgarstjóri í Havn.

- Tað letur til, at tá ið tíðirnar eru góðar, sláa menninir ring um valdið og skapa ein tættan múr, har pláss er ikki fyri kvinnunum. Hetta síggja vit eitt nú í dag. Tá tíðirnar versna, detta klípur úr múrinum, og kvinnurnar sleppa framat. Tá støðan so batnar aftur verður múrurin aftur forseglaður og kvinnurnar hildnar uttanfyri, sigur Dagny Joensen, og vísir eisini til annan heimsbardaga, har kvinnurnar fóru út at arbeiða í ídnaðinum, men vóru rendar heim til grýturnar aftur, tá ið friðurin kom.


Bókin er ein lýsing

Dagny hevur lagt bókina soleiðis til rættis, at vit fylgja Maritu Petersen frá tí, at hon verður fødd, til hon doyr. Við støði í práti við fólk, sum kendi hana, hoyra vit um tað, sum eydnaðist og tað, sum hon var fyri. Í bókini, sum hevur fingið heitið Marita – eitt konubrot í landsins søgu, lesa vit um barnaárini í Vági, har Marita veksur upp hjá læraraforeldrum. Vit hoyra um vinkonurnar, sum hildu alt lívið, um lestrarárini í Danmark, tá ið hon møtir og verður gift við Kára Petersen, advokati. Um konuna og lærarinnuna Maritu, og politiskt virknu árini í Lærarafelagnum og í landspolitikki.

Á baksíðuni á bókini sigur Dagny Joensen, at arbeiðssetningurin var at lýsa Maritu Petersen gjøgnum tey fólk, sum høvdu nógv at týða fyri hana, og sum kendu hana væl, og somuleiðis onnur, sum hon samstarvaði við í ymsum førum upp gjøgnum árini.

- Hetta er ikki ein ævisøga, men ein lýsing av kvinnuni og politikaranum Maritu Petersen. Hon var ein almennur persónur og ein sterk fyrimynd fyri føroyskar kvinnur, men kortini er millum lítið og onki skrivað um hana, síðani hon fór frá. Áðrenn eg fór undir bókina, ímyndaði eg mær, at Marita varð trokað út úr politikki– men bókin hevur lært meg, at hon bara koyrdi troytt í tí heila, sigur Dagny Joensen, sum sjálv kendi Maritu væl.

- Marita var bæði stuttlig og nærløgd. Hon helt fund hvørja viku í tingbólkinum, sum tá taldi heili tíggju limir. Har hildu teir hana vera dekan og lærarinnusliga. Men helst eru teir vorðnir ótryggir við, at hon dugdi so væl at lesa teir av, sigur Dagny Joensen. Meðan hon hevur skrivað um Maritu, hevur hon undrast á, at øll bara tosa gott um hana.

- Ongin sigur nakað ringt um hana. Tað er kanska eisini torført, tá ið hon ikki er longur, men eg haldi at tey hava verið erlig, sigur Dagny.


Kvinnusakin

Kvinnusakin hevði altíð stóran týdning fyri Maritu. Dagny, minnist serliga væl, tá Marita var løgmaður, og hvørja viku savnaði javnaðarkvinnur til prát og kaffi úti í Tinganesi. Har komu kvinnur úr øllum landinum at kjakast og stuðla henni, og at tosa um politisku støðuna.

- Hetta var í roynd og veru fantastiskt, tí hóast støðan í landinum var ring, so hevði tað stóran týdning fyri Maritu at hitta og lurta eftir vanligum kvinnum úr øllum landinum, sigur Dagny Joensen.

- Tá vóru teir ringir, sigur hon flennandi, og vísir til menninar, sum stóðu úti í gongini og royktu og vóru um at skrædna í forvitni yvir, hvat fór fram inni á løgmanskontórinum.


Hundrað prosent

Aftaná at hava kannað bakgrundina hjá Maritu, sigur Dagny seg kenna eina kvinnu, sum hóast harðan mótgang, alla tíðina varðveitti evnini til at síggja tað skemtiliga í tingunum.

- Marita var høg og hábærslig og hevði orðið í sínari makt. Hetta kundi gera mótstøðumenninar ótryggar og ofta slógu teir alt upp í glens, sigur Dagny, sum veit, at hetta millum annað var orsøkin til, at Marita tók stig til, at Fólkaflokkurin varð koyrdur úr samgonguni og nýggj samgonga skipað saman við Tjóðveldisflokkinum og Sjálvsstýrisflokkinum.

- Marita gjørdi tingini upp á sín máta. Privat var hon ikki serliga sjálvsikkur, men fakliga og politiskt var hon eitt hundrað prosent. Hon var ein almennur persónur, og hevði fáar privatar stundir. Kanska skuldi hon givið sær betri stundir til at vera Marita, sigur Dagny Joensen.

Bókin endar við síðstu tíðini hjá Maritu Petersen, har hon kemur í andróður sum leiðari á Sernámsdeplinum.

- Marita fór úr øskuni í eldin – úr politikki og yvir í Sernámsdepilin, sigur Dagny Joensen, og endar samrøðuna við síðstu orðunum í bókini:

Í veruleikanum kravdi Marita Petersen meira av sær sjálvari enn av sínum medmenniskjum.

Bókin um Maritu Petersen kemur í bókabúðirnar mikudagin 7. november.