Í skandinavisku londunum verður roynt at forða fyri, at nasisman sleppur at mennast og lokka til sín ung fólk.
Ein máti er at upplýsa ungdómin um nasismuna og hennara rasismu.
Felagsskapurin "Hvite Busser til Auschwitc" skipar fyri bussferðum til týningarlegurnar hjá nasistunum í Týsklandi, Tjekkia og Póllandi. Har sleppa tey ungu at síggja og hoyra um hesi støðini, sum gjørdust víðagitin fyri sínar ræðuleikar.
Endamálið við ferðunum er millum annað, at tey ungu, tá tey koma heim aftur, gerast virkin í stríðnum móti nasismu og rasismu.
Í dag koma trý fólk úr Norra til Føroya at greiða frá tí, sum tey hava upplivað á slíkari ferð til Auschwitz og aðrar týningarlegur. Ernst Gran, cand.mag, er virkin í arbeiðinum hjá Norrønu feløgunum í Norra og hann hevur ofta verið við "Hvite Busser til Auschwitc" sum ferðaleiðari.
Saman við honum koma tvær gentur, Anne Caroline Sandaker og Hanne Kolstad, sum vóru við "Hvite Busser til Auschwitz" í fjør heyst.
Tey fara at vitja skúlar her og siga frá um ferðina og stríðið móti nasismu og rasismu. Eisini fara tey at royna at vekja áhugan hjá føroyskum ungdómi fyri norðurlendskum samstarvi.
Sunnudagin 17. febr. kl. 16.00, hava tey almennan fund í Norðurlandahúsinum. Norrøna Felagið í Føroyum sipar fyri.