Mugu ikki byrja stjórnarskipan við at bróta verandi stýrisskipan

sigur Bjørn á Heygum

Vit mugu ikki byrja eina stjórnarskipan við at bróta eina verandi stýrisskipan, tí so undirminera vit virðingina fyri lógini, heldur Bjørn á Heygum, advokatur. 

 

 

- Eg haldi tað, at man skal síggja uppskotið, sum fyriliggur í einum moderatum perspektivi. Tað er møguliga formelt í stríð við grundlógina og heimastýrislógina, sum  eru danskar lógir. Vit skulu eisini minnast til tað, sum er sagt av donskum mynduleikum, donsku stjórnini og danska statsministarinum, at ein føroysk fólkaatkvøða, har ið avgjørt verður at taka loysing verður altíð respektera av donskum mynduleikum, sigur Bjørn á Heygum við Árna Gregersen í tíðindunum á Rás2 í kvøld. 

 

 

- Tað sum er eitt størri fyrivarni og má takast í størri álvara er, at man ætlar at broyta føroyska lóg tilvitað, við tað at tað stendur í verandu stýrisskipan, at hon kann ikki setast úr gildi uttan so, at hon verður samtykt tvær ferðir á Føroya Løgtingi - eundan einum vali og eftir einum vali, sigur hann. 

 

 

- Her er vandi á ferð og skjótt er at koma á skráplan, um man ikki virðir galdandi lóggávu, leggur hann afturat.

 

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna