Mugu hugsa um innrættingina av skúlunum

“Kommunurnar og framtíðin” er evnið á umboðsráðsfundinum hjá Føroya Kommunufelagi um vikuskiftið.
Høvuðsdentur verður lagdur á fólkaskúlan í framtíðini, og verður hetta lýst við fyrilestrum av ymsum slagi, við útgangsstøði í foreldrunum, lærarum, kommunum og landi.

- Hvussu skulu vit innrætta skúlar okkara í framtíðini?
Hetta er ein av spurningunum, sum pedagogiski ráðgevin, Henrik Vilsbøll fer at røða um á fundinum um vikuskiftið.
Fleiri av føroysku kommununum hava longu fingið ráðgeving frá honum, tá talan er um bygging av skúlum.
Við sær hevur hann konu sína, Berit Vilsbøll, og fer hon at greiða frá teimum bygnaðarbroytingum, sum hava verið innan hetta økið, eftir at kommunalreformurin varð settur í verk í Danmark.
- Fyri tær føroysku kommunurnar er spurningurin í løtuni, um tær eru áhugaðar at yvirtaka fólkaskúlan.
- Tí er hóskandi at fáa lýst tey krøv sum verða sett til skúlan í framtíðini, sigur Føroya Kommunufelag undan fundinum.
Lagt verður aftrat, at úrslitið av Pisa-kanningini skelkaði allar avvarðandi myndugleikar.
Eingin ivi er um, at framtíðin fer at seta onnur og størri krøv til bæði fysisku karmarnar og til starvsfólk.
- Tí vilja vit seta dagsskránna og at fáa lýst hesi viðurskifti, verður sagt.
Millum luttakararnar á fundinum er Jacob Vestergaard landsstýrismaður í kommunumálum, Rósa Samuelsen forkvinna í Kommunufelagnum, Jógvan á Lakjuni landsstýrismaður í skúlamálum, Magnus Tausen formaður í Lærarafelagnum, Helena Dam á Neystabø leiðari í Skúlabókagrunninum og Lis Mortensen forkvinna í Foreldrafelagnum Heim og skúli.