Tað skal verða bíligari og lættari at seta á stovn nýggjar íverksetarafyritøkur, og tí hevur Tjóðveldi lagt fyri tingið uppskot um at fáa broytt vinnufelagslógina, so tað skal bera til at seta á stovn sonevnd íverksetarafeløg - ÍVF - við einari krónu sum byrjunarkapitali.
Bjørt Samuelsen var gestur í tíðindunum á Rás 2 og greiddi Hilmar Jan Hansen frá uppskotinum.