Reiðarafelagið fyri farmaskip hevur eisini nøkur valynski, nú val stundar til.
Reiðarafelagið minnir á, at eitt uppskot og tilmæli um sjóvinnupolitikk longu var gjørt í 2010.
- Visiónin, sum orðað varð, var “At føroysk sjóvinna í fríari altjóða kapping skapar avkast, framburð og vælferð, samstundis sum trygd, trivnaður og umhvørvi verða raðfest ovarlaga.”
Reiðarafelagið fyri farmaskip vísir á, at onkur av málunum, sum vóru sett í tilmælinum, eru uppfylt. Felagið sigur tó, at góða gongdin ikki neyðturviliga heldur fram av sær sjálvum, og tí er tíðin nú komin at gera eina yvirskipaða strategi fyri maritimu Føroyar.
Í tíðindaskrivi vísir Reiðarafelagið á trý øki, teir meta, at ljós skal varpast á framyvir. Føroyar skulu fylgja altjóða reglum, tó uttan at missa kappingarføri, Føroyar skulu altíð veita dygdargóðar sjóvinnuútbúgvingar og Føroyar skulu skapa nýggjar kjarnuførleikar í avleidda virkseminum.
- Eitt av endamálunum við at hava eina greiða maritima strategi, sum bæði myndugleikar og vinna eru samd um, er at gera tað lættari og skjótari at virka í gerandisdegnum. Um rætt verður farið fram eru á henda hátt góðir møguleikar fyri bæði at fáa nýggjar fyritøkur hendavegin, at fáa føroyingar at útbúgva seg breiðari innan maritima øki og eisini at fáa útlendingar at velja at útbúgva seg í Føroyum, skrivar felagið, sum viðmælir at bjóða útbúgvingar innan shipping, logistikk og líknandi í Føroyum.
Felagið harmast tó um, at hóast samstarvið millum vinnuna og landsins myndugleikar er gott, verða nýggjar støður einans viðgjørdar, so hvørt tær stinga seg upp. Felagið vil hava eina yvirskipaða kós stungna út í kortið.
- Tað ger, at ein maritim vinna ikki verður nóg væl kjølfest í føroyska vinnu- og útbúgvingarlandslagnum, og kann, um illa vil til, gleppa okkum av hondum aftur. Tað er tí neyðugt, at eitt nýtt landsstýri fer undir at gera eina greiða maritima strategi saman við vinnu, útbúgvingarstovnum og øðrum myndugleikum, skrivar Reiðarafelagið fyri farmaskip.