Demokratia og Javnstøðunevndin heita inniliga á leiðslunar í politisku flokkunum um at hava javnstøðu millum kyn í huga, tá ið nýggja landsstýrið verður sett Nú nýtt landsstýri skal skipast, heita Demokratia og Javnstøðunevndin á teir politisku flokkarnar um at minnast til javnstøðu millum kynini, tá nýggja stýrið verður skipað.
Í undanfarna landsstýri vóru tríggjar kvinnur og fýra menn.
-Um leiðslurnar í politisku flokkunum veruliga ynskja at arbeiða fyri okkara landi og fyri fólkinum, ið her býr, verður nýggja landsstýrið samansett av eins nógvum kvinnum og monnum, siga Demokratia og Javnstøðunevndin í tíðindaskrivi.
Víst verður á, at alsamt fleiri føroyingar velja sítt móðurland frá, og tað eru serliga kvinnurnar, sum ikki ynskja at liva og virka í okkara samfelag.
-Eitt javnari kynsbýti, har politiskar avgerðir verða tiknar, hevði óivað økt um hugin hjá hesum kvinnum at vent heimaftur, siga Demokratia og Javnstøðunevndin í tíðindaskrivinum.