Mugu hava jarðamøður í Suðuroynni

Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin, vil hava at vita, hvat landsstýriskvinnan ætlar at gera við føðideildina á Tvøroyri

Landsstýriskvinnan hevði ikki nakað greitt svar, tí málið liggur framvegis hjá landslæknanum.

 

Landslæknin skal siga sína hugsan um at hava "heimaføðing" á Suðroyar Sjúkrahúsi. Verður hetta sett í verk, so er eisini neyðugt at áseta, hvør hevur ábyrgdina av hvørjum.

 

Landsstýriskvinnan legði afturat, at utttan mun til hvør loysn verður vald, so er neyðugt at hava eina ljósmøðra- og tilbúgingarskipan í Suðuroynni.

 

Jacob Vestergaard segði, at neyðugt er, at tað skal bera tila t eiga børn í Suðuroynni.

 

-Hetta er ikki nakað neyðugt er at spyrja Landssjúkrahúsuið um. Hvat svar tænta tit? nei, hetta skal bara gerast, segði hann.

 

-Onki annað er at gera júst nú enn at bíða eftir einum svari frá landslæknanum, sum vit hava biðið um, segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinnan við heilsumálu´m.