Mugu gevast at samla skuld til eftirkomarar

- Útlitini fyri 2014 eru góð, men eins og aðrar tjóðir hava vit avbjóðingar sum mugu loysast, sigur Brandur Sandoy.

Hvat hevur tú at siga um árið 2013? 


- Landspolitiskt hevur árið 2013 verið eitt turbulent ár, serliga við atliti til handfaringina av málinum um Skálafjarðartunnilin. Hinvegin eru ábendingar um, at samfelagskósin í síni heild er á góðari leið. Hetta benda vísitølini, arbeiðsloysistølini umframt tølini fyri inn- og útflutning á. Fyri Sands kommunu hevur árið ikki vignast eftir vild við fallandi inntøkum. Hinvegin kunnu vit á Sandi fegnast um, at lutfalsliga nógv fólk fluttu til kommununa í summar, umframt at talið av børnum er vaksið munandi. Eisini bendir luttøkan til trivnaðartiltøkini í kommununi á trivnað millum bygdarfólkið.

Brandur Sandoy sigur, at persónliga hevur árið 2013 verið eitt fram úr ár.

- Tá heilsan er góð, og tað gongur einum sjálvum og familjuni væl, so kann man bara fegnast og gleða seg til 2014.

Hvussu heldur tú nýggjár, og keypir tú fýrverk? 


- Gamlaárskvøld hjá mær og familjuni byrjar við, at øll familjan savnast hjá foreldrum mínum til ein góðan nátturða. Seinni verður farið at luttaka í nýggjárshaldinum, ið fyriskipað verður á Sandi. Fyrst verður gingið kyndlagongd, síðani verður felagsbál í miðari bygdini. Eftir hetta verður farið í Ungmannafelagshúsið til suppu, áðrenn farið verður til hús at skjóta nýggja árið í gongd. Síðani verður tað helst ein túrur á café, sum ungmannafelagið somuleiðis skipar fyri. Fýrverk keypi eg sjálvandi. Tað slepst ikki undan, tá man hevur børn í húsinum. Stuttligt er eisini at skjóta fýrverk. Tað er tá, at smádrongurin í mær kemur fram.

 

Gevur tú nýggjárslyfti? 

 

- Nei, eg gevi einki nýggjárslyfti. Eg havi tað soleiðis, at eg royni í mest møguligan mun at lata vera við at geva mær sjálvum og øðrum lyfti. Hetta er tí, at í tí starvi, eg eri í fyri tíðina, havi eg ikki einsamallur avgerðarættin yvir øllum teimum viðurskiftum, eg arbeiði við. Ofta fær man ikki tingini at venda akkurát, sum man ætlar sær í politikki, og tí er lætt at geva ov bjørt lyfti, sum man ikki megnar at halda. So nei, beinleiðis lyfti verða fá givin, men tó gevi eg mær sjálvum altíð ta lyfti at royna mítt besta í øllum viðurskiftum.


Hevur tú nakað nýggjársynski? 

 

- Listin av ynskjum er hinvegin óbegríbuliga langur og alt ov langur at reksa upp her. Eg ynski framgongd og vøkstur fyri Føroya land og Sandoynna, bæði andaliga og handaliga. Persónliga ynski eg góða heilsu, og er hon til staðar, er einki óført.

 

Hvussu metir tú útlitini fyri 2014?

 

- Eg havi altíð trúð fult og fast upp á, at framtíðin hevur nakað spennandi og mennandi at bjóða okkum. Haldi, at tað er ein eginleiki, sum liggur djúpt grivin í føroyinginum - tað at síggja ljóst upp á framtíðina. Føroyar og føroyingar hava gjøgnum allar tíðir dugað at lagað seg til tíðirnar. Sjálvt í djúpastu krepputíðum hava vit og forfedrar okkara ongantíð givið upp, hóast mangan hevur verið kargt. Útlitini fyri 2014 eru góð. Tó hava vit eins og aðrar tjóðir avbjóðingar sum mugu loysast, fyrst og fremst mugu vit gevast at samla skuld til okkara børn at gjalda aftur, sigur Brandur Sandoy.