Mugu gera vart við okkum

-Tað verður torført hjá einstøkum føroyskum fyritøkum at spæla nakran týðandi leiklut í oljuvinnu uttanlands. Men um fyritøkurnar fáa samstarv í lag við útlendskar fyritøkur, sum kunnu lata føroyskar fyritøkur taka sær at serligum og avmarkaðum uppgávum, er møguleikin til staðar fyri, at vit í framtíðini kunnu síggja føroyskar fyritøkur í stóru ella lítlu oljuverðini sigur Kenneth Rasmussen, stjóri í Beras í Runavík. Hann leggur tó aftrat: -Men eitt er rættiliga greitt. Og tað er ,at hetta samstarv kemur ikki í lag við at sita heima í Føroyum og bíða eftir, at ein oljumaður kemur og bankar á dyrnar.

Oljuvinna


Eftir at ENI bæði í fjør og fyrra árið hevði víst storan áhuga at brúka føroyskar veitingar til boringina í summar, vóru nógvar føroyskar fyritøkur, sum í spenningi bíðaðu eftir italiumonnunum, ið í størri mun fóru at geva føroyingum uppgávur í oljuvinnuni, enn hini oljufeløgini høvdu gjørt frammanundan.

Fyri flestu fyritøkurnar her á landi varð boringin í summar eitt vónbrot. Boriskipið, sum hevði verið í Brasil og borað, legði á vegnum higar at í Aberdeen, har nógva útgerðin til boringina í føroyskum øki varð tikin umborð. Sum kunnugt hava boriskip nógv betri umstøður at goyma útgerð umborð, enn boripallar. Hetta er nokk høvuðsorsøkin til, at vit í Føroyum hava hoyrt og sæð so lítið til oljuvirksemi í summar. At teir eisini blandaðu brine og kemisku evnini til sjálvt boriholið umborð, gjørdi eisini, at útgerðarskipini vóru sum lundi á jólanátt í Runavík hesaferð.

Eitt av feløgunum, sum hevur merkt hesa gongdin er Beras i Rúnavík. Kenneth Rasmussen, stjóri í felagnum sigur, at tey í Beras royndu í vár at fáa samband við innkeyparar hjá ENI í Aberdeen, fyri at gera vart við teirra tænastu, sum er at avgreiða allar bíleggingar á einum stað.

Tær vørur, sum tey ikki hava á goymslu, útvega tey frá veitarum í Føroyum og uttanlands. Kenneth Rasmussen sigur, at tað var ikki nógv tey frættu úr Aberdeen, so vónirnar til tað stóra oljuvirksemi í summar vóru smáar.

Men eftir at tey fyrst í juni mánaða í fjølmiðlunum fingu at vita, at boriskipið var farið til verka undir Føroyum, kom áheitan frá Dolphin Drilling, sum eigur og rekur boriskipið Belford Dolphin. Hetta var byrjanin til eitt sera gott samstarv við útgerðarfólkini hjá Dolphin Drilling, tær vikurnar boriskipið var í Føroyum. Kenneth Rasmussen vísir á, at kunnleikin hjá útgerðarfólkunum úr Skotlandi til føroyskar tænastur er sjálvsagt rættiliga avmarkaður. Tí høvdu tey brúk fyri eini fyritøku, sum hevur hendan kunnleika og kann avgreiða flestu bíleggingar.

Mugu gera vart við okkum
Eftir at boringin var liðug, kundi Beras staðfesta, at oljuvirksemið í summar varð munandi størri enn væntað. Tey fingu m.a. víst útlendska kundanum, at væl ber til at fáa hendur á flestu vørur og veitingar í Føroyum. Til vit fara at hava eina meiri støðuga oljuvinnu í Føroyum, verður størsta forðingin hjá okkum, at vit ikki altíð klára at kappast í prísi við stóru útlendsku veitararnar leggur hann aftrat og heldur fram:

-Vit halda, at um ikki tað arbeiðið, sum higartil er gjørt fyri at marknaføra okkum uttanlands, ikki skal fara fyri skeyti, eru vit noydd at halda fram at gera vart við okkum. Tað verður eitt tungt tak, um vit um nøkur ár skulu byrja aftur av nýggjum. Tí tað er ein sannroynd, at tann stóra oljuverðin ikki er serliga stór kortini. Fólkini í oljuvinnuni kenna hvør annan í flestu førum tvørturum fyritøku- og landamørk. Um tú ikki kemur á mál í fyrstu royndini, verður tú ofta beindur á rætta leið av onkrum, sum kennir onkran.

Kenneth Rasmussen heldur, at tað verður torført hjá einstøkum føroyskum fyritøkum at spæla nakran týðandi leiklut í oljuvinnu uttanlands. Men um fyritøkurnar fáa samstarv í lag við útlendskar fyritøkur, sum kunnu lata føroyskar fyritøkur taka sær at serligum og avmarkaðum uppgávum, er møguleikin til staðar fyri, at vit í framtíðini kunnu síggja føroyskar fyritøkur í stóru ella lítlu oljuverðini. Men eitt er rættiliga greitt. Og tað er ,at hetta samstarv kemur ikki í lag við at sita heima í Føroyum og bíða eftir, at ein oljumaður kemur og bankar á dyrnar.








Til faktaboks


Fakta:
Beras er oljudeildin hjá Teymavirkinum í Runavík, sum umframt at framleiða línu og teymar til línuveiðu, hevur ein stóran skipshandil og búnýtis- og gávuhandil á Heiðavegnum í Runavík. Snørisvirkið, sum er dóttirfelag hjá Teymavirkinum, hevur framleiðslu og skipshandil í Klaksvík. Á virkinum í Runavík starvast uml. 20 fólk og í Klaksvík eru 5 fólk í starvi.