Mugu gera tað bíligari at búgva í Føroyum

Vanligar matvørur og leigubústaðir er ov dýrar í Føroyum. Hetta millum annað orsaka av høgu avgjøldunum á vørum, og orsaka av, at eingin stuðul verður latin teimum, ið leiga íbúðir.

Vanligar matvørur og leigubústaðir er ov dýrar í Føroyum. Hetta millum annað orsaka av høgu avgjøldunum á vørum, og orsaka av, at eingin stuðul verður latin teimum, ið leiga íbúðir.

 

Tað er ov dýrt í Føroyum, og nakrir samfelagsbólkar eru gloymdir burtur seinastu árini. Tað halda andstøðuflokkarnir, sum nú leggja eina røð av uppskotum fyri tingi.

 

Andstøðuflokkarnir fara í næstum at leggja fram uppskot um at hækka viðbótina hjá pensjónistum. Hjún skulu fáa 500 krónur meira um mánaðin, meðan støk skulu fáa 350 krónur meira. Haraftrat vil andstøðan hækka barnafrádráttin úr 6.500 til 8.000, og hækka barnaískoyti til stakar uppihaldarar úr 544 krónum til 833 krónur.

 

Haraftrat vísir Tjóðveldi í dag á, at tað er ov dýrt at búgva í Føroyum sum heild, og at hetta eru viðurskifti, sum mugu broytast.

 

Flokkurin vísir á, at kommunurnar eiga at fáa helmingin av tí, sum alivinnan rindar í tilfeingisgjaldi, so at kommunurnar kunnu hækka botnfrádráttin, soleiðis at ein skattalætti kann latast hendan vegin.

 

Samstundis vísur flokkurin á, at livikostnaðurin má lækkast, so at øll hava ráð til at skapa eina góða tilveru í Føroyum. Eitt nú við at gera gerandisvørur bíligari. Og við at geva íbúðarstuðul til tey, sum leiga íbúðir, soleiðis at hesi vera javnstillaði við tey, sum eiga hús og fáa rentustuðul frá landinum.