Tað er neyðugt við meiri pengum og munagóðum tiltøkum fyri at verja korallirnar við Føroyar Tað sigur Jan Sørensen, leiðari á havfrøðiligu royndarstøðini, Biofar.
Fyri nøkrum árum síðani varð staðfest, at tað er minkað nógv burtur av korallunum, sum eru uppvakstrarøkið hjá fiski.
Jan Sørensen sigur, at tað, sum er játtað til at kanna og verja koralliøkini, eru smápengar.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, sigur, at Fiskirannsóknarstovan ger kanningar av korallunum, men ásannar, at møguliga verður neyðugt at friða størri øki.
Kelda: Kringvarpið