Mugu framvegis dragsa oljutunnur

- Tað er ikki nóg trygt til stóra ferðafólkatalið í Mykinesi, siga tey í Sørvágs kommunu, sum Mykines er partur av.

- Vit høvdu vónað og væntað, at tað fór at verða søga síðst á sumri í ár, at neyðugt er at draga oljutunnur úr bátinum og niðan í bygdina í Mykinesi. Men, leingi er tað, ið væl skal verða. Enn eru vit ikki komin á mál.

 

Tað siga tey í Sørvágs kommunu, sum í dag hava lagt út á sína heimasíðu kunningarskriv til sínar borgarar, og  fólk í Mykinesi eru eisini borgarar í Sørvágs kommunu.

 

- Akfarið, sum skal koyra oljuna til viðskiftafólkini, er komið í oynna, og avrátt er, hvussu oljuflutningurin skal skipast. SEV yvirtekur oljutangan, ið fingin varð til vega fyri nøkrum árum síðan, og eitt av oljufeløgunum fer at selja til kundarnar.

 

Í Sørvágs kommunu vísa tey á, at táverandi landsstýrismaður í samferðslumálum, Hendrik Old, var við bygdaráðnum á vitjan í Mykinesi og hugdi at viðurskiftum, sum kommunan hevur víst á hava ábøtur fyri neyðini.

 

- Vit fegnast um, at tað í summar varð farið í gongd við at stoypa bakkaverjuna undir Fjørdalsgøtu. Gutti Guttesen stendur fyri arbeiðnum, og hann bíðar eftir veðurlíkindum, so tað seinasta tilfarið kann fáast út í oynna, so arbeiðið kann gerast liðugt.

 

Í Sørvágs kommunu siga tey, at kommunan aftur í ár í skrivi til landsins myndugleikar hevur víst á, at neyðugt verður sum skjótast at bøta um atløgusíðuna við eitt nú longdum bryggjukanti og girðing fram við, tí har er als ikki nóg trygt til stóra ferðafólkatalið í Mykinesi.