- Vit hava livað av at bera brøv út, men hvat hendir, tá brøvini minka við 20 prosentum um árið. Ung brúka sosialar miðlar at samskifta við, og vita stóra sæð ikki hvat frímerkir og brøv er.
Tað segði Andras Róin, nevndarformaður í Posta, tá hann hugleiddi um framtíðar avbjóðingarnar hjá Posta til 40 ára hátíðarhaldið hjá føroyska postverkinum.
Nevndarformaðurin vísti á, at tað er alneyðugt hjá øllum fyritøkum at tillaga seg til tíðirnar, og nevndi hugtakið hjá Charles Darwin Survival of the fittest.
- Tað gongur út uppá, at tað er ikki altíð tann størsti ella sterkasti, ið megnar at yvirliva, men tann, ið megnar best at tillaga seg broytandi umstøður.
Sum dømi um fyritøkur, ið megnaðu at tillaga seg nýggju tíðirnar, men í staðin hoknaðu undir, nevndi Andras Róin Kodak og Nokia, ið vóru tvær tær størstu fyritøkurnar í heiminum, tá tær vóru á hæddini, men hvørs væntandi evnir at tillaga seg, er orsøkin til, at Kodak er farin á húsagang, meðan Nokia er vorði eitt parantes í altjóða samskiftismarknaðinum.
Sum eitt positivt dømi um eina fyritøku, ið megnaði at tillaga seg broyttu tíðirnar vísti nevndarformaðurin á Føroya Tele.
- Fyrst í nítiárunum komu 90 prosent av inntøkunum hjá felagnum frá telefonum. Næstmest var V4 og telegramm. Men við teknisku broytingunum hvurvu inntøkurnar hjá felagnum, og í staðin koma inntøkurnar nú frá fartelefonum, alnetinum og øðrum.
- Tað er hendan sama avbjóðingin, ið vit í Posta hava. Brøvini hvørva og vit mugu finna onnur bein at standa á, segði nevndarformaðurin.