Mugu fáa eina politiska viðgerð

Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum er ikki sørt hugtikin av stóra modellinum, sum er gjørt yvir eina føroyska útgerðarhavn, men hann velur kortini at hava tunguna mitt í munninum, nú spurningurin um oljuúgerðarhavn kann gerast eitt stríðsmál millum fleiri pláss í Føroyum

Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum er ikki sørt hugtikin av stóra modellinum, sum er gjørt yvir eina føroyska útgerðarhavn, men hann velur kortini at hava tunguna mitt í munninum, nú spurningurin um oljuúgerðarhavn kann gerast eitt stríðsmál millum fleiri pláss í Føroyum.

-Hetta er fyrstu ferð, at eg síggi hesa ætlan og eg má siga, at hetta sær ótrúliga áhugavert út. Tað sigur mær eisini so mikið, at bæði suðringar og AP. Møller liggja framvið og skilst, at teir halda, at Drelnes er best egnaða økið til eina oljuhavn.

Eyðun Elttør heldur ikki tað er rætt av sær nú at siga, hvat økið er best egnað til oljuhavn, og hvørjar avgerðir eiga at liggja til grund fyri, hvat slík havn skal vera. Men hann heldur, at tað er rætt at viðgera málið politiskt so ella so.

Uppá fyrispurning, um vit longu nú eiga at stinga út í kortið og siga júst, hvar oljuhavnin skal liggja, sigur landsstýrismaðurin í oljumálum, at tað er ov tíðliga at siga hetta enn. -Vit mugu fyrst finna fram til, hvar hon ikki skal vera og so royna at fáa tað skilabesta burtur úr tvs. tí, sum gagnar Føroyum best.