Mugu fáa brúkaran við

Skal SEV halda grønu kósina, er neyðugt, at myndugleikar og onnur geva sítt íkast, sigur SEV stjórin.

- Skal SEV kunna halda grønu kósina, sum hevur til endamáls at gera Føroyaróheftar av olju í 2030, er neyðugt, at eisini myndugleikarnir og onnur geva sítt íkast.

Tað sigur stjórin í SEV, Hákun Djurhuus, sum um vikuskiftið hevði framløgu um grønu kósina á ráðstevnuni Arctic Circle í Reykjavík.

- Skulu vit um 15 ár vera blivin 100 prosent grøn í orkuhøpi, mugu brúkararnir fáast við, so teir velja nýggjar og grønar el-loysnir, tí øll mugu vera við, skal øll el-orkan á landi koma varandi orkukeldum, so sum vatni, vindi, sjóvarfalli og sólorku, sigur Hákun Djurhuus.

Hoyr samrøðu við Hákun Djurhuus við at trýsta á pílin undir myndini.