Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, heitir nú á á allar flokkar á tingi, og á almenningin um alment at viðgera og siga sína hugsan um eina ætlan, hann nú leggur fram. Hann sigur, at endamálið við ætlanini er at skipa eina bjargingarstjórn í Føroyum, sum skal stýra samfelagnum burtur úr kreppuni, vit eru komin í
Í hesum sambandi skjýtur hann upp, at samgongan leggur frá sær og at løgtingsval verður í mai, tá ið tingið annars fer til hús og tingárið endar.
Men til løgtingsvalið í mai, skulu vit skipa eina bjargingarstjórn, ið kann samráðast við allar flokkar um at loysa tey mest átroðkandi málini, uttan at einstakir samgongulimir skulu sleppa at blokera fyri neyðugum loysnum
Hann sigur, at hendan bjargingarstjórnin skal fram til valið í mai nýta alla orku til at loysa trý høvusmál
1. At endurskoða fíggjarlógaruppskotið fyri 2011 við tí endamáli at byrgja upp fyri sosialu skeiklingunum og ójavnunum ímillum fólk og øki í landinum og at beina fyri ótryggleikanum, sum tilvildarligar skerjingar á útbúgvingar- og mentanarøkinum elva til, sum hann málber seg. Og so skal gongd setast á almennar íløgur fyri at skapa arbeiði og virksemi í byggivinnu og avleiddum vinnum kring landið.
2. At greiða karmarnar fyri fiskivinnuni á sjógvi og landi frameftir, herundir stovnsrøkt, fiskirættindamarknað, landingarskyldu, framleiðskrøv á sjógvi og landi, próvførslu um burðardygd o.a.
3. At taka politiska ábyrgd av fíggjarmarknaðinum í Føroyum og beinanvegin at samráðast við donsku stjórnina um eina loysn, har føroyskir myndugleikar taka avgerðirnar um framtíðina og søluna av Eik og krevja fult innlit í øll viðurskifti. Endamálið er at tryggja ein fíggjarmarknað við realkreditti og øðrum amboðum, sum kann veita vinnu og húsarhaldum eina sámiliga og bíligari fígging.