Mugu fáa betri samstarv í lag við javnaðarflokkin

? Tað nyttar ikki at sambandsflokkurin kapslar seg inni í spurninginum um ríkisfelagsskapin. Tí er tað neyðugt at fáa tættari samstarv við hinar andstøðuflokkarnar um tað, sum flokkarnir eru felags um

? Einsamallir koma vit ongan veg. Tí er tað neyðugt at fáa aðrar flokkar at taka undir við okkum.

Hetta var boðskapurin frá Edmundi Joensen, formanni sambandsflokksins til fólk á fundinum, sum sambandsflokkurin hevði í Suðuroynni fríggjakvøldið.

Fleiri av toppinum í sambandsflokkinum vóru komin til Suðuroyar at greiða frá, hvussu sambandsflokkurin kundi hugsað sær at viðurskiftini ímillum Danmark og Føroyar verða skipað í framtíðini.

Sjálvt uppskotið er væl viðgjørt í fjølmiðlunum, so tað skulu vit ikki troytta lesaran við einaferð afturat.

Men í stuttum kann tað ikki koma óvart á nakran, at ríkisfelagsskapurin skal varðveitast, tí tað heldur flokkurin gevur føroyingum bestu trygdina og bestu møguleikarnar í framtíðini, tí so eru ikki bara hurðarnar til Danmark opnar, men eisini hurðarrnar til tað velduga ES samveldið standa víðopnar fyri okkum, við teimum møguleikum, tað ber í sær.

Samstundis skulu føroyingar hava felags kongshús, gjaldoyra, grundlóg, verjumál, uttanríkismál og rættarskipan við danir.


Tættari samstarv við javnaðarflokkin

Í kjakinum aftaná framløguna hjá floksformanninum vísti Jákup Joensen, fyrrverandi løgtingsmaður á, at tað nyttaði onki, um sambandsflokkurin kapslaði seg inni við sínum uppskotið.

Og hann helt, at sambandsflokkurin átti at leggja størri dent á at samstarva við javnaðarflokkin um tað, sum báðir flokkarnir vóru felags um.

? Báðir flokkarnir vilja varðveita ríkisfelagsskapin. ? Og skal ríkisfelagsskapurin varðveitast, er neyvan nakar ivi um, at vit skulu hava felags kongshús, gjaldoyra og grundlóg.

? Hini trý málsøkini í tí sekskantinum, sum sambandsflokkurin sigur skal halda ríkinum saman, uttanríkismálini, rættarskipanin og verjumálini ber altíð til at tosa um.

?Kunnu javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin semjast um Føroya støðu í ríkinum, skal so lítið til, áðrenn meiriluti fæst, sigur Jákup Joensen.

Hann helt eisini, at tá ið fullveldismálið kemur fyri á fólkatingi, eigur sambandsflokkurin at gera hvat hann kann fyri at fáa síni sjónarmið fram.

? Og vit besti mátin hjá sambandsflokkinum at ávirka úrslitið av viðgerðini í fólkatinginum, er ígjøgnum Jóannes Eidesgaard.

Ein annar sambandsmaður, Sofus Strøm, helt, at hetta ljóðaði ógvuliga skilagott.

? Hetta kann verða við til at grava eina grøv fyri fullveldisætlanini hjá samgonguni.

?Tí so er skjótt at hugsa sær, at samgongan noyðist at koma til eina samda andstøðu eftir stuðuli fyri fullveldisætlanini, segði Sofus Strøm.


Ongin møguleiki

Hinvegin helt Flemming Mikkelsen, løgtingsmaður, ikki, at tað var serliga sannlíkt at tað fór at renna saman ímillum sambandsflokkin og javnaðarflokkin.

?Eftir løgtingsvalið vildi javnaðarflokkurin sleppa innast á botn í fullveldislandsstýrinum. Men eftir stórt trýst kunngjørdi javnaðarflokkurin so at enda, at hann ger onga semju, sum ber í sær, at Føroyar fara úr ríkisfelagsskapinum.

?Tað, sum frættist frá javnaðarflokkinum er so ørkymlandi at tað er sera trupult at rokna út, hvar hann stendur í fullveldismálinum, sigur Flemming Mikkelsen.