Mugu enda væl

Hóast GÍ loksins fekk ein sigur, so er lítil ivi um, at gøtumenn ikki longur hava møguleikan at røkka út í Europa. Og liðskiparin hjá liðnum, Sámal Joensen, ivast ikki, hvar orsøkin til hetta skal finnast.
- Vit hava snøgt sagt ikki verið nóg góðir. Seinastu nógvu dystirnar hava vit ikki megna at avgjørt tingini til okkara fyrimun, og tá trý stig verða latin fyri sigrar, kostar hetta. Samstundis er annars so sterka verjan farin at skinkla alt meira, men tað er kanska ein avleiðing av versnaðum sjálvsáliti. Hinvegin eru enn 12 stig eftir at spæla um, og tey mugu vit royna at vinna, heldur hann.
Sæð í mun til árið í fjør, so hevur 2006 tó ikki verið nøkur vanlukka fyri GÍ, men Sámal ivast tó ikki í, at teir skulu gera tað nógv betri.
- Hetta hevur ikki verið nóg gott. Vit vita sjálvir, at vit kunnu meira enn hetta, og nú ræður fyrst og fremst um at enda væl, soleiðis at vit hava nakað at byggja víðari upp á til komandi kappingarár.