Mugu duga betri at selja okkara avrik

- Løgmaður sigur, at landsfundurin hjá Javnaðarflokkurin hetta vikuskiftið verður heilt serligur, tí fyri framman standa heilar tvær uppgerðir við veljaran

- Vit skulu duga betri at selja okkara politisku avrik.

Javnaðarflokkurin hevur landsfund um vikuskiftið og Jóannes Eidesgaard, løgmaður, ivast ikki í, at eitt mál, sum kemur til viðgerðar, verður, hvussu flokkurin kann gerast dugnaligari at greiða veljaranum frá tí, sum flokkurin hevur avrikað í hesum valskeiðnum og, hvønn boðskap flokkurin skal hava til tey bæði næstu valini.

Løgmaður sigur, at landsfundurin í ár verður nakað heilt fyri seg og hetta verður ein av teimum heilæt týðandi landsfundum.

- Tað standa heilar tvær uppgerðir við veljaran fyri stavn, staðfestir hann og sipar til ólkatingsvalið 13. novembur og løgtingsvalið, sum í seinasta lagi verður um knappar tríggjar mánaðir.

Og tað er við góðum vónum, at løgmaður skjýtur valstríðið ígongd.

- Vit hava avrikað eina ørgrynnu av málum, ikki minst á vælferðarøkinum.

Samstundis ásannar hann, at hóast avrkini hava verið mong, sæst hetta ikki aftur í teimum veljarakanningum, sum eru gjørdar.

- Vit mugu ásanna, at vit hava ikki dugað nóg væl at selt okkara politisku avrik. Tað er ein trupulleiki, vit hava drigist við alt valskeiðið og tað mugu vit gera nakað við og tann spurningin fara vit uttan iva at umrøða á landsfundinum.

Tað er ein orsøk til at formaður javnaðarfloksins vónar at síggja nógv fólk á landsfundinum og at tey taka dúgliga lut í kjakinum.

Hinvegin stúrir hann ikki so illa fyri valinum, í hann sigur, at javnaðarflokkurin hevur mangan staðið seg illa í veljarakanningum.

-Vit hava eisini áður víst, at vit megna at lyfta okkum rættiliga langt upp á í einum valstríðið so sæð í tí ljósinum eru veljarakanningarnar góðar.


Kundi ikki verið betri

Annars heldur Jóannes Eidesgaard, at landsfundurin kundi ikki ligið betri við tveimum valum fyri framman.

- Fundurin fer uttan iva at verða merktur av hesum og hetta er eitt frálíkt høvi til at seta hol á tey mál, sum vit fara at leggja dent á í valstríðnum og tey mál, sum vit halda, eiga at vera høvðuðsmálini í valstríðunum.

Sjálvur væntar hann, at støða Føroya í alheimsgerðini og okkara vakstrarmøguleikar í alheimsgerðini fer at vera eitt høvuðsmál og hann væntar eisini, at umhvørvið verður eitt høvuðsmál.

- Men at útbyggja vælferðina verður sanniliga eisini eitt høvuðsmál og har verður tað okkara uppgáva at tryggja vælferð fyri øll og at skapa tað góða samfelagið, eisini fyri tann partin av Føroya fólki, sum ikki er við í partabrævakappingini, so at vit tryggja, at tey ikki detta niður í millum.