? Við hesum fari eg at heita á løgmann, um at veita mær ta sømd at kanna leiklutin hjá Almanna- og Heislumálastýrinum í málinum, sum førdi til, at eg varð sagdur úr starvi sum leiðari av Landssjúkrahúsinum.
Fyrrverandi sjúkrahúsleiðarin, Jákup Mørkøre, sendi sunnudagin løgmanni bræv, har hann krevur at fáa málið um uppsøgnina av sær kannað.
Jákup Mørkøre metir seg nevniliga einki skeivt hava gjørt í sambandi við sparingarnar á Landssjúkrahúsinum, og tí metir hann uppsøgnina ógrundaða.
? Tann órættur, sum her er gjørdur móti mær, verður óivað skjótt gloymdur, men fyri tey, sum kenna sannleikan í málinum, er hetta við at máa støðið undan trúgv teirra uppá, at rættvísi valdar í føroysku umsitingini.
? Eg havi ta tiltrúgv til tygum, sum stjórnarleiðara, at tygum vilja kanna málið, sigur Jákup Mørkøre og vísir á, at hann einki hevur at missa við, at sannleikin kemur fram allur sum hann er, og tí hevur hann loyvt sær at senda fjølmiðlunum avrit av brævinum.
Jákup Mørkøre sigur málið um uppsøgn hansara vera púra greitt fyri honum. Hann vísir á, at hann setti lønarsparingar í verk eftir beinleiðis boðum úr Almanna- og Heilsumálastýrinum, og at Almanna- og Heilsumálastýrið var í øllum smálutum vitandi um, hvat skuldi fara fram, áðrenn nakað varð sett í verk.
Orsøkina til, at Jákup Mørkøre nú heitir á løgmann um at kanna málið, sigur hann vera, at løgmaður undan uppsøgnini segði við Internetsosialin, at málið um uppsagnirnar á Landssjúkrahúsinum átti at fáa avleiðingar fyri ráðharran ella stovnsleiðaran.
? Við tað, at málið endaði við at fáa avleiðingar fyri meg, eri eg komin til ta niðurstøðu, at Almanna- og Heilsumálastýrið ikki kann hava greitt løgmanni frá, hvussu leiklutur tess hevur verið í hesum máli.
Við í brævinum til løgmans hevur Jákup Mørkøre eisini sent frágreiðingina, hann skrivaði um málið, eftir at hava lisið samrøðuna við løgmann í Internetsosialinum sunnudagin áðrenn uppsøgnina. í hesi frágreiðing greiðir Jákup Mørkøre frá, at hann allatíðina hevur kunnað aðalstjóran í Almanna- og Heilsumálastýrinum um avleiðingarnar, sparingarnar á Landssjúkrahúsinum fóru at hava við sær.
Í frágreiðingini skrivar Jákup Mørkøre eisini, at hann fleiri ferðir bað um fund við landsstýriskvinnuna, so hon kundi verða kunnað um málið, men fekk at vita frá aðalstjóranum, at landsstýriskvinnan var fult kunnað um málið, og tískil var ikki neyðugt við fundi millum sjúkrahúsleiðaran og landsstýriskvinnuna.
Landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum sigur tó, at hon aldri varð kunnað um, at talan var um 27 uppsagnir á Landssjúkrahúsinum. Annars hava hvørki Helena Dam á Neystabø ella Høgni Joensen higartil vilja gjørt aðrar viðmerkingar til málið. Tey hava nevniliga mett málið sum eitt persónsmál.
Hvat nú hendir í málinum, eftir brævið frá Jákupi Mørkøre til løgmans, er ilt at siga, men greiðar ábendingar eru um, at útmeldingarnar hjá onkrum av pørtunum ikki eru sannar.
Tað eydnaðist tíverri ikki at fáa fatur á løgmanni áðrenn blaðið fór til prentingar.