Í dag var seinasti dagur í rættarmálinum í Eystara landsrætti, har kringvarpsstarvsfólkini, Dia Midjord, stjóri, Liljan Weihe, tíðindaleiðari, og Jan Lamhauge, tíðindamaður, umframt Sveinur Tróndarson, fyrrverandi ábyrgdarstjóri á Portalinum, hava kært dómin í Føroya rætti frá fyrr í ár, har tey vóru funnin sek í at hava ærumeitt táverandi landsstýrismannin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen.
Fyri løtu síðani fingu allir tríggir advokatarnir høvi til eina seinastu ferð at gera viðmerkingar til málið, aftaná at rættarfundurin hevur verið í fýra dagar.
Tá advokatarnir høvdu sagt sítt, varð boðað frá, at dómur verður sagdur í málinum 18. november kl. 09 føroyska tíð. Sostatt mugu partarnir í málinum og Føroya fólk bíða tolin í seks vikur aftrat.
Rættarfundurin byrjaði annars í síðstu viku, tá tveir fundir vóru við vitnisfrágreiðingum og innleiðandi framløgum frá advokatunum í málinum. Fundurin varð uppafturtikin í gjár, tá advokatarnar hjá journalistunum høvdu sínar endaligu framløgur ella prosedurur, meðan advokaturin hjá Jørgen Niclasen, Christian F. Andreasen, slapp til orðanna í dag.